Tórshavnar kommuna veitir stuðul til filmsframleiðslu

Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu

Redaktiónin
24. mars 2023 kl. 15:11

Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu. Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og virðisskapandi fyri filmsumhvørvið, vinnulívið í høvuðsstaðnum og fyri Tórshavnar kommunu.

Umsóknarfreistin er mikudagin 19. apríl 2023.

Endamálið við stuðlinum er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í Føroyum.

Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim, og at móðurmál og mentan okkara verður styrkt við tað, at vit fáa filmar á føroyskum.

At stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum merkir, at onkur av fylgjandi treytum skal vera lokin fyri at fáa játtað stuðul:

  • Søgan, sum verður søgd, skal hava samband ella skal skapa virði fyri Tórshavnar kommunu

  • Filmurin verður tikin heilt ella lutvíst upp í Tórshavnar kommunu

  • Filmsfólk – tað verið seg nakrir leikarar ella framleiðarar, skulu verða úr Tórshavnar kommunu

  • Tað skal síggjast, at Tórshavnar kommuna hevur stuðlað filminum

  • Filmurin kann samframleiðast við land, aðrar kommunur og privatar fyritøkur í Føroyum og uttanlands.

Soleiðis søkir tú
Fert tú undir eina filmsverkætlan, og lýkur framleiðslan treytirnar, kanst tú søkja stuðulin á síðu okkara um stuðul til filmsframleiðslu.

Stuðulin verður útgoldin soleiðis, at 2/3 verða útgoldnir, tá verkætlanin byrjar og seinasti 1/3, tá verkætlanin er liðug. Stuðul hægri enn 100.000 kr. verður einans latin filmsframleiðslufeløgum, og krav verður sett um grannskoðaðan roknskap, tá verkætlanin er liðug.

Ein bólkur, sum er settur saman av fólki frá umsitingini í Tórshavnar kommunu, Hugskotinum og Klippfisk viðger umsóknirnar og ger tilmælið um, hvørjar verkætlanir eiga at fáa stuðul.

Tilmælið verður lagt fyri ávikavist vinnu- og fíggjarnevnd býráðsins til støðutakan.

Umsóknarfreistin er mikudagin 19. apríl 2023.

Søk um stuðul til filmsframleiðslu