Tórshavnar kommuna: Tjóðveldi leggur broytingaruppskot til fíggjarlóg fram

Tjóðveldi, ið situr í andstøðu í Tórshavnar kommunu, heldur, at núverandi fíggjarætlan er svørt og tekur als ikki nøktandi sosial atlit í annars truplum tíðum. Tí leggur flokkurin fram eitt broytingaruppskot

(Mynd: Sára Sondum)
Sigurjón Einarsson
23. november 2022 kl. 13:47

Uppskotið hjá meirilutanum í Tórshavnar býráð til fíggjarætlan fyri 2023, varð lagt fram á eyka fíggjarnevndarfundi í dag.

Tjóðveldi, sum situr í andstøðu, heldur, at fíggjarætlanin er svørt og tekur ikki nøktandi sosial atlit til núverandi støðu. Tí hevur flokkurin í dag lagt eitt broytingaruppskot fram um at betra munandi um nøkur viðurskifti.

Millum annað ynskir Tjóðveldi, at fleiri dagstovnapláss verða útvegaði, umframt at játtan til normeringin verður hækkað.

– Foreldur sleppa ikki til arbeiðis, tí umleið 160 børn eru á bíðilista til vøggustovu- ella barnagarðspláss. Hetta er ein kjarnutænasta, ið meirilutin onki ger fyri at loysa. Tí er neyðugt at útvega fleiri dagstovnapláss alt fyri eitt, skrivar Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu í einum tíðindaskrivi.

Flokkurin skjýtur tí upp, at kommunan byrjar arbeiðið við at fyrireika og byggja ein nýggjan dagstovn til umleið 100 børn. Til hetta skulu setast tvær milliónir krónur av á fíggjarætlanini fyri komandi ár.

Men fyri at nøkta tørvin á ansingarplássum her og nú, so heldur flokkurin, at farið eigur at fara undir at útbyggja onkran stovn her og nú, har tað ber til, so broddurin av bíðilistanum verður tikin. Til hetta skjýtur Tjóðveldi upp, at 15 milliónir krónur verða settar av til endamálið.

Játtanin til normeringina skal hækkað
Eisini vil flokkurin, at kommunan skal hækka normeringina á dagstovnaøkinum.

Eftir fakligum tilmæli samtykti eitt samt býráð í november í 2020 at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við 36 milliónum krónum komandi árini – ella við umleið átta milliónir krónum árliga tey komandi fýra-fimm árini, men kommunan hevur, sambært Tjóðveldi, bert játtað 6,5 milliónir krónur um árið síðan 2020, og tí heldur flokkurin, at játtanin skal upp á átta milliónir krónur, soleiðis sum fakliga tilmælið mælti til at játta.

Eisini heldur flokkurin, at barnafrádrátturin skal hækkast úr 8.000 krónum og upp til 10.000 krónur per ár fyri hvørt barni, 18 milliónir skulu setast av til átøk í orkupolitikkinum í Tórshavnar kommunu, og so skulu tvær milliónir setast av til at reisa eina standmynd av Andreu Árting.

Tey, sum sita í Tórshavnar býrað fyri Tjóðveldi, eru Gunvør Balle, Jákup Dam, Annika Olsen og Elsa Berg.

Fíggjarætlanin skal samtykkjast hóskvøldið 24. november.