Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll, og her skulu vit øll trívast!

-

Elin Heðinsdóttir Joensen
8. november 2024 kl. 23:02

Hey øll somul

Eg eiti Elin Heðinsdóttir Joensen – og eg stilli upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Eg eri fødd og uppvaksin í Havn – og her havi eg búð alt mítt lív.

Tá ið eg vaks upp, var eg virkin í flest øllum tilboðum, sum vóru til børn og ung. Eitt nú ítrótti, skótum og sunnudagsskúla.

Hesi tilboð hava stóran týdning, og eg vil áhaldandi virka fyri at tryggja og stuðla hesum tilboðum, so at øll fáa møguleika at taka lut.

Í mínum vaksna lívi havi eg verið virkin í nógvum ymsum nevndar- og felagsarbeiði. Eg eri von at samstarva við nógv fólk, eisini fólk við øðrvísi hugsanum enn eg, fyri at finna loysnir og taka avgerðir. Eg havi eisini verið við til at taka stórar avgerðir og ræðist ikki at taka ábyrgd.

Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki og samfelagsvirðurskiftum – og eg vil finna skilagóðar loysnir, sum gera tað enn betri at búgva í Tórshavnar kommunu.

Míni hjartamál eru:

Børn og ung: barnaøkið, forskúlaøkið, ung í arbeiði, frítíðarkort, ítróttur og sjálvboðið arbeiði

Eldraøkið: venjingartilboð, ítrív og felagsskapur og fleiri avlastingarpláss og føst røktarpláss

Umhvørvið: skilja burturkast, betri endurnýtsluskipanir, gøtur og grøn øki, ferðsla og kloakkviðurskifti

Bústaðarmøguleikar: íbúðarmøguleikar til ung, barnafamiljur og eldri

Tú ert vælkomin at seta mær spurningar og senda mær viðmerkingar um slíkt, sum tú hevði viljað bleiv gjørt í Tórshavnar kommunu.


Tí Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll, og her skulu vit øll trívast!

Alt tað besta

Elin Heðinsdóttir Joensen, Valevni fyri Javnaðarflokkin