Í Føroyum - og kanska serliga í Tórshavn - arbeiða vit nógv, og tað er gott fyri nógv ting.
Tó er vandi í hvørjari vælferð.
Vansin við at foreldur at yngri børnum arbeiða nógv, er m.a. at børnini kunnu svíða, tí foreldrini eru ov upptikin á arbeiðsmarknaðinum.
Kanningar vísa somuleiðis, at summi ung børn, ið ikki eru saman við vaksnum, hava størri vanda fyri mistrivnaði - og tað er sanniliga óheppið.
Tí hevði tað verið upplagt, at høvuðsstaðarkommunan bjóðar eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki. Eitt gott frítíðartilboð við skipaðum viðurskiftum.
Eyðvitað, er ikki talan um at øll børn skulu í frítíðarskúla, men hetta skal vera eitt tilboð, sum foreldrini, sum kenna síni egnu børn best, skulu hava møguleika at velja til.
Alt kann nevnliga ikki gerast upp í pengum, tí mugu vit eisini hugsa um tað, sum gagnar familjuni. Tí tað gagnar eisini børnunum - sum er tað dýrabarasta vit eiga. Í síðsta enda gagnar hetta øllum samfelagnum.
Um hetta skal vera gjørligt, er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki í Tórshavnar kommunu.
Vel lista A
Vel Annfinn Hjelm