Tórshavnar Havn og framtíðin

Tað er ongin loyna at tosið um eitt Tjóðleikhús á Eystaru bryggju, hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Fyrst helt borgarstjórin fast um at tað skuldu byggjast á Eystaru bryggju, men kúvendi tá landsins fíggjarlóg, bert vísti at 2 milliónir vóru avsettar, til fyrireiking av Tjóðleikhúsið. Tá opnaði borgarstjórin møguleikanum, at fylla ein part Eystaru bryggju upp við “cafe” umhvørvi osv í staðin fyri eitt Tjóðleikhús.

Dánial Hansen
17. oktober 2024 kl. 11:05

Tað er nógv virksemið á Eystaru bryggju, og hettar er at gleðast um. Nevnast kann at fyritøkur sum Smyril-Line, Faroe Ship og Strandferðslan hava rættuliga nógv virksemi har, umframt at ein rúgva av útlendskum “Cruise” skipum vitja á Eystaru bryggju. Fyri at kunna veita eina góða tænastu til alt virksemið, so krevur tað gott pláss og umstøður, tað er ongin ivi um tað.

Lat okkum varðveita góðar umstøður á Eystaru bryggju, lat okkum heldur gera tað uppaftur betri, heldur enn at bróta niður. Tað var melda út longu í 2022, tá Tórshavnar Havn yvirtók nýggju skansabryggjuna, at havnalagi longu var ov lítið til alt virksemið, og at tað var neyðugt at byggja meira út.

So lat okkum heldur hugsa okkum væl um, hvat vit gera á Eystaru bryggju. Vit hava tørv á virkseminum í Tórshavnar Havn, tí tað skapar nógv arbeiði og inntøkur til Tórshavnar kommunu. Hettar hava vit ikki rá at missa, tí má vit og skil brúkast.

Eystara bryggja er longu ov lítil, og allarhelst er heldur neyðugt at byggja út, heldur enn at minka um økið.

Dánial Hansen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til Býráðsvalið í Tórshavnar kommunu