Tórshavnar býráðið tekur óvanlig stig fyri at basa eini kreppu

Býráðið ætlar rætt og slætt at taka málið í sínar egnu hendur og at útbúgva sínar egnu pedagogar

Áki Bertholdsen
23. november 2023 kl. 15:30

Tað er eingin loyna, at tað er so stórt trot á námsfrøðingum, at barnaansingin er rætt og slætt í eini kreppu.

Men nú ætlar býráðið sær at taka málið í egnar hendur.

Í løtuni starvast 264 námsfrøðingar, og 429 hjálparfólk á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Fyri at røkka kravinum um, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, er neyðugt við 200-250 námsfrøðingum afturat.

Tað er ein landsuppgáva at útbúgva námsfrøðingar. Men fyri at loysa kreppuna, ætlar býráðið nú rætt og slætt at taka málið úr hondunum á landsmyndugleikunum. 

Tí hava tey kannað um tað ikki ber til hjá Tórshavnar Kommunu at útbúgva sínar egnu pedagogar. Í hesum sambandi ætla tey at bjóða hjálparfólkum, sum hava verið í starvi í minst fimm ár, at útbúgva seg til pedagog. Í tí sambandi skal kommunan rinda fyri útbúgvingina, og aðrar útreiðslur í tí sambandi, men tey lesandi skulu eisini rinda nakað sjálvi. Eitt nú fáa tey ikki løn ímeðan tey eru í Danmark á skúla.

Sostatt hevur umsitingin hjá býráðnum samskift við VIA University Collage í Viborg, sum hevur ment eina merittútbúgving í námsfrøði til fjarlestur.

Ein merittútbúgving er, at tey, sum lesa, sleppa undan einum parti av útbúgvingartíðini tá ið tey hava arbeiðsroyndir, og kanska onnur prógv, sum kunnu telja við.

Hendan útbúgvingin í námsfrøði hevur við sær, at tann lesandi er í starvi í Tórshavnar Kommunu undir útbúgvingini.

Lestrartíðin er 3,5 ár, ella sjey lestrarhálvur og tilsamans vera tey lesandi í Danmark á skúla í 10 dagar hvørja lestrarhálvu.

Tey í Tórshavnar Býráð hava loddað dýpið og áhugin er stórur. Tey hava havt eitt kunnandi tiltak, har eini 120 hjálparfólk vóru við, og 86 av teimum søgdu, at tey høvdu havt áhugað fyri at farið undir útbúgvingina.

Kostnaðurin fyri at útbúgva 20 hjálparfólk til námsfrøðing verður tilsamans 4,6 milliónir.

Játtar Býráðið fígging til at 20 ella 30 lesandi útbúgva seg til námsfrøðing, kann býráðið hava 40 - 60 námsfrøðingar á økið afturat eftir 4,5 árum.

Tað er umleið 20 - 25 prosent av námsfrøðingunum sum mangla í fyri at 2/3 av starvsfólkunum eru námsfrøðingar.

Nú skal býráðið so taka støðu til um farast skal undir hesa ætlanina, ella ikki.