Tórshavnar Býráð vil ikki missa vald í Kommunufelagnum

Tórshavnar býráð kolldømir eina ætlan um at broyta viðtøkurnar fyri Kommunufelagið

Áki Bertholdsen
14. desember 2023 kl. 18:30

Tórshavnar Býráð vil ikki missa vald í Kommunufelagnum. Tað hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt í dag.

Hesa seinastu tíðina hevur ætlanin verið at broyta viðtøkurnar í Kommunufelagnum.

Í hesum sambandi hevur ein arbeiðsbólkur gjørt eitt uppskot til at broyta viðtøkurnar fyri Kommunufelagið. Í Arbeiðsbólkinum sótu borgarstjórarnir í Havn, í Runavík og í Eysturkommunu, umframt Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Janus Haraldsen, løgfrøðingi hjá Kommunufelagnum.

Teir hava tvey uppskot um broytingar í viðtøkunum. Í øðrum uppskotinum koma broytingar í gildi 1. januar, og í hinum uppskotinum kemur broytingin í gildi 1. januar 2025.

Í broytinginum, sum kemur í gildi 1. januar, er talan um, at borgarstjórar úr kommunum, sum ikki hava umboð í stýrinum, skulu hava rætt at møta á stýrisfundum. Teir hava eisini rætt til at taka orðið og annars at virka á stýrisfundum á jøvnum føti við valdar stýrislimir. Men teir hava kortini ikki atkvøðurætt.

Men broytingin, sum skal koma í gildi 1. januar í 2025 er meiri eldfim. Tí verður hendan broytingin samtykt, verður tað so, at í málum, sum ikki skulu samtykkjast á aðalfundi, verður ein borgarstjórafundur, har allir borgarstjórar hava rætt at møta. 

Borgarstjórafundurin skipar seg við forfólki og næstforfólki, og fundur er umleið seks ferðir árliga. Á borgarstjórafundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvørt byrjað 1.000 fólk í kommununi, men eingin kommuna hevur kortini fleiri enn 45 prosent av atkvøðunum.

Eftir verandi skipan hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvørt fólk í kommununi.

Umsitingin í Tórshavnar Býráð hevur roknað seg fram til, at í løtuni hevur Tórshavnar kommunu góð 42  prosent av atkvøðunum í Kommunufelagnum. Men verður broytingin samtykt, fer ávirkanin hjá kommununi niður í góð 33 prosent av atkvøðutalinum.

Og tað vilja býráðslimir í Havn ikki góðtaka og sostatt hava tey einmælt samtykt, at Tórshavnr Býráð skal ikki taka undir við bygnaðarbroytingunum.

Og Hevði Mortensen sigur, at tað merkir í roynd og veru, at broytingarnar kunnu ikki verða framdar, tí Tórshavnar 

Tórshavnar Býráð hevur 42 prosent av atkvøðunum, og tað er so nógv, at tað blokerar fyri at tað verður samtykt. 

Hann sigur, at tað skulu 60 prosent av atkvøðunum til at broyta nakað á hesum øki, men sigur Tórshavnar býráð nei, eru bara 58 prosent av atkvøðunum eftir, og tað er ikki nokk til at fremja broytingina.