Tórshavnar býráð fer nú at rinda parkeringsbøtur fyri fólk sum parkera ólógliga

Bilførarar kunnu søkja um at fáa bótina afturgoldna

Áki Bertholdsen
9. november 2023 kl. 09:45

Tórshavnar Býráð fer nú at rinda parkeringsbøtur fyri tey, sum hava parkerað ólógliga í Gundadali.

Tey, sum hava fingið bót á einum ávísum strekki í Gundadali frá 1. januar í 2021 til 15. septembur í ár, kunnu nú søkja býráðið um at fáa bótina endurrindaða. 

Tá ið fólk søkja, skulu tey leggja bótina við, og kvittan fyri, at hon er goldin. 

Ber ikki til at finna upprunaligu bótina, mugu fólk útvega tær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni.

Seinasta freist at søkja er lagi 5. januar.

Tað eru tey, sum hava parkerað innan fyri tað reyðu strikuna, sum nú kunnu fáa bótina endurrindaða

Tað var á einum eldradegi í Dansifrøi í Havn í septembur, at fólk gramdi seg um, at tey høvdu fingið parkeringsbót, tí tey høvdu parkerað uttan fyri.

Hetta var borgarstjórin, Heðin Mortensen so fortørnaður yvir, at hann lovaði at orna tað.

– Mann má spyrja, hvat hesi billa sær inn. Vit eiga als ikki at finna okkum í tílíkum ágangi. Løgtings- og landsstýrisfólk eiga at finna aðrar mátar at nøkta teirra peningaliga tørv og lata pensjonistarnar fáa frið, segði Heðin Mortensen.

Kommunustjórin segði við KvF, at býráðið hevði ikki heimild at rinda bøturnar - men nú verður tað so kortini gjørt.