Tórsfest verður skotið í gongd klokkan 18.00
Í kvøld verður Vágsbotnur karmur um eitt útselt Tórsfest 2024
Ragnar Sjúrðarson
26. juli 2024 kl. 14:10
Dyrnar til Tórsfest 2024 lata upp klokkan 17.30, og fram til klokkan 03 í nátt verður Vágsbotnur karmur um heili 10 konsertir.
Higartil hava frálíku veðurforsøgnirnar ikki hildið sær. Tað hevur regnað í allan dag, og eftir gráa og tunga himmalinum at døma, sær tað ikki út til at broytast. Veðurforsagnirnar siga kortini, at tað fer at slíta í og halda sær turt út á náttina.
Skráin: