Tormóður nú á donskum
Ungi sangarin hevur latið nýtt staklag úr hondum
Fríðmundur Nattestad
17. apríl 2024 kl. 19:00
Eftir eitt ár í dvala, er 23 ára gamli Tormóður - ella Tormodur - nú til reiðar við nýggjum staklagi. Tormodur er best kendur fyri útvarpshittið "We both know".
Nýggja lagið kallast "Kom til Aalborg", og er hetta fyrstu fer vit hoyra Tormodur syngja á donskum.
- Hann hevur gjørt eitt lag, sum hann ynskir at tú antin nikkar ella syngur við til, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.
Nýggja lagið kann hoyrast her.