Tóri Højgaard nýggjur stjóri í Dátueftirlitinum

Tekur við eftir Katrin Thorsvig Hansen, sum er farin í starv sum høvuðsákæri.

Steinar Patursson
8. desember 2021 kl. 13:05

Eftir at Katrin Thorsvig Hansen, sum annars var sett sum stjóri fyri Dátueftirlitinum í februar í ár, er sett sum høvuðsákæri hjá løgregluni í Føroyum, har hon tekur við starvinum 1. februar 2022, hevur verið søkt eftir nýggjum stjóra til Dátueftirlitið.

Nú er greitt, at rituvíkingurin Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.

Tað boðar løgmansskrivstovan frá í dag.

Tóri Højgaard er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.

Hann hevur seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann seinasta árið hevur arbeitt nógv við dátuvernd og kunningartøkni.

Tóri hevur eisini royndir úr privatu vinnuni og sum miðlafólk.

Tóri Højgaard tekur við starvinum 1. februar 2022.