Torført hjá tilflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum

Hetta vísir nýggj vísandalig grein, sum Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, hevur givið út

Erika Anne Hayfield er dekanur og granskari á Søgu- og samfelagsdeilini á Fróðskaparsetri Føroya
Fróðskaparsetur Føroya
17. mai 2024 kl. 16:00

Vøksturin í tilflytingini til Føroya hevur verið ómetaliga stórur bara hetta seinasta tíggjuáraskeiðið og hevur tikið landið á bóli. Samfelagið, sum er í broyting, er raknað við til ein nýggjan veruleika við fjølbroyttum íbúgvaraskara. Vantandi samfelagsliga fyrireikingin - saman við eini longu overvaðari og sera lítlari almennari fyrisiting – elvir til, at skipanirnar í Føroyum eru komnar undir trýst.

Politisku myndugleikarnir hava tikið týðandi stig so sum at samtykkja nýggja løgfrøðiliga karmin um føroyskt sum annaðmál (LM-085/2023), kommunal átøk eru gjørd, og Útlendingastovan hevur tikið ódnartak at gera skipanir, sum hava til endamáls at inkludera og stuðla tilflytarum. Men hóast hesi átøk, so hevur tilflytaraøkið verið merkt av ikki-politikki, og hetta týdningarmikla evnið hevur ikki verið raðfest á dagsskránni og viðgjørt av álvara. Hetta er eitt týdningarmikið mál, tí vælvera, heilsa, samfelagsligt íkast og møguleikar í tilveruni hjá tilflytarum eru í vága.

Mangir tilflytarar uppliva fløktar forðingar, ógvusliga strongd og útisteinging úr føroyska samfelagnum, sum, tá ið avtornar, ávirkar sálarheilsu og kensluna av virði sum borgari. Hetta hevur við sær ein samfelagsligan miss, bólkamarginalisering og líðing hjá tí einstaka.

Vísindaliga greinin hjá Eriku Anne Hayfield eitur “’There’s No Connection Plugging Me Into This System’: Citizenship as Non‐Participation and Voicelessness” og er útgivin í tíðarritinum Social Inclusion hjá forlagnum Cogitatio Press.

Greinin viðger, hvussu borgaraskapur er í gerandisdegnum, og hvussu avbjóðandi tað er at fata veruleikan hjá tilflytarum, tá sjálvsmyndin hjá føroyingum er, at Føroyar eru eitt gott og javnbjóðis samfelag fyri øll. At vera føroyskur borgari eigur tí ikki bara at fevna um rættindi, men eisini um ta ábyrgd, sum einstaklingar og felagsskapir hava umsorganaretiskt, og tað snýr seg m.a. um at lata samfelag og eygu upp fyri teimum ymisku upplivingunum, tørvunum og veruleikunum hjá viðbreknum borgarum - í hesum føri tilflytarum.

Ikki-politikkurin, sum Løgtingið hevur havt hetta tíðarskeiðið við nógv vaksandi tilflyting og alsamt vaksandi tørvi á støðutakan til integratión og inklusión, hevur stórar avleiðingar.

Framvegis vanta yvirskipaðar og samanhangandi skipanir, sum hoyra, viðurkenna og stuðla tilflytarum. Og tað hevur við sær, at tað kann vera sera torført at navigera í føroyska samfelagnum, bæði tá tað snýr seg um formligar skipanir og sosialar støður.

Greinin kemur til ta niðurstøðu, at føroyska samfelagið, formliga og óformliga, er sera torført hjá tilflytarum at gerast partur av, og tilflytarar hava tí onga rødd og verða marginaliseraðir.

Orsøkirnar eru samansettar og fevna um vantandi atgongd til sosial netverk og arbeiðsmarknað, mangul uppá formligar skipanir og vantandi málsliga atgongd til samfelagið sum heild. 

Sosial sambond í Føroyum eru eyðmerkt av, at føroyingar eru partar av tøttum og umskarandi netverkum, mangan við støði í familjum. Fólk kennast ella kennast við hvørt annað, og hetta hevur við sær, at mørkini millum formlig og sosial sambond tíðum kámast. Hjá føroyingum kunnu formlig viðurskifti tí partvíst verða loyst óformliga gjøgnum sosialu sambondini, og í hesum samspæli hava tilflytarar lítlan ella ongan kjans.

Tøttu og umskarandi sambondini í Føroyum hava við sær, at fólk gerast bundin hvørt at øðrum, og hetta er eisini við til at skapa samanhangsmegi í føroyska samfelagnum. Men flestu tilflytarar eru tó ikki partur av hesum sosialu dynamikkum.

Greinin tekur støði í føroyska samanhanginum og greinar borgaraskap úr sjónarhorninum hjá tilflytarum. Hon er grundað á savnað tilfar frá 2016, 2018 og 2023, og 49 samrøður eru gjørdar við 58 fólk (46 einstaklingar, tríggjar bólkar). Harumframt verður støði tikið í øðrum tilfari so sum greinum, skjølum og óformligum samrøðum.

Granskingarverkætlanin hevur hesi árini eisini fevnt um samrøður við umboð fyri kommunur, dagstovnar, heilsuverk o.o., men hendan greinin tekur bert støði í samrøðunum við tilflytarar.

Greiningin er skipað kring tvær høvuðsmerkingar um borgaraskap, sum tilflytarar siga hava týdning fyri at kenna seg sum at hoyra til í einum landi. Hesar merkingar eru borgara-luttøka og rødd og viðurkenning.

Greinin viðger m.a. "the false promise" ella falska lyftið. Hetta er tann falska ímyndin í samfelagnum um, at bara tilflytarar læra føroyska málið, so kunnu teir taka lut í samfelagnum (t.d. á arbeiðsmarknaðinum ella í sosialum viðurskiftum) á jøvnum føti við aðrar føroyingar. Tilflytarar koma við tíðini at ásanna, at tað er ikki nóg mikið at læra málið fyri at verða inkluderaðir. Og hóast málfrálæra í føroyskum sum annaðmál er bøtt eitt vet, eru vantandi málførleikar hjá tilflytarum framvegis eisini millum avbjóðingarnar.

Greinin staðfestir, at føroyingar og tilflytarar tíðum uppliva ymsar veruleikar, og hugsjónin um, at Føroyar eru eitt gott land, har øll hava eins møguleikar og verða viðfarin eins, ikki er tann, sum mangir tilflytarar uppliva.

Eisini vísir greinin á, at borgaraskapur snýr seg um ábyrgd og rættindi. Og tá Føroyar sum land taka ímóti tilflytarum, liggur tað ikki bert ein ábyrgd hjá myndugleikunum, men eisini hjá øllum borgarum í landinum, at gera sítt til at fáa eitt umsorganarfult samfelag, har fólk hava møguleika at luttaka, verða viðurskend og kunnu brúka sína rødd.

Greinin, sum er á enskum, kann lesast her.