Torfinnur Jákupsson hevur havt úr at gera seinastu fimm árini, síðan hann ítøkiliga og miðvíst fór í gongd við at veruleikagera sendirøðina Trom. Tað er torført at ímynda sær alt arbeiðið, sum liggur í einum tílíkum verki. Eg tori at siga, at hjá einum, sum ikki hevur upplivað at berja seg gjøgnum allar praktisku og kreativu liðirnar í framleiðsluni av eini størri filmsverkætlan, er tað næstan sum at ímynda sær støddina á alheiminum ella at skilja fyribrigdið tíð, tá ein byrjar at fata, hvussu nógv arbeiði býr í tí. Heilin brotnar.
Tí spurdi eg Torfinn, um hann ikki var glaður, tá sendirøðin endiliga varð frumsýnd í síni heild í Løkshøll. Var tað ikki eitt satt katarsis?
– Jú, tað var stuttligt, at tað varð gjørt eyka burturúr, svarar hann við sínum eyðkenda lítillæti. – Eg hevði ikki sæð røðina á stórum skíggja ella saman við fólki áðrenn. Eg var bangin fyri, at tað fór at følast ov keðiligt og dapurt og alvorligt. Tað var ikki ætlanin. Tað skuldi eisini vera stuttligt og hava føroysk elementir, sum eru stuttlig hjá føroyingum at síggja. Tá fólk byrjaðu at flenna – eisini eftir óvæntaðum tingum – tað var ordiliga stuttligt. Ikki minst, tá øll sóu Tobba. Tað var nokk størsti láturin.
Men vart tú ikki rørdur?
– Jú, eg skuldi siga nøkur orð áðrenn sýningina, tá byrjaði eg ordiliga at føla, at tað var veruligt. Tá bleiv eg kensluborin eina løtu. Tað, at fólk taka røðina so væl til sín, tað er ekstremt gott. Tað følist sum, at mann hevur gjørt nakað, sum er størri enn ein sjálvur. Mann hevur ikki bara gjørt tað fyri ein sjálvan, men nú eru tað øll, sum eiga tað. Allar Føroyar, ikki bara eg. Sjálvt um eg bókstavliga eigi tað.
Tað er stórt.
– Jú, tað følist stórsligið. Dreymurin er blivin veruleiki. Tað følist nokkso ... Ja, eg veit ikki hvat. Orð eru fátøk. Onkuntíð fær mann ikki lýst tað við orðum.
Grønt ljós
Vit eru heima hjá Torfinni og sita nærindis tekkborðið, har hann hevur skrivað og umskrivað handritini til Trom ferð eftir ferð, eisini undir filmingini. Hann greiðir frá, at hann var noyddur at skriva røðina á enskum, so at allir partarnir skiltu handritini, og síðani varð dialogurin týddur til føroyskt.
– Tað er fyrstu ferð, at føroyska málið hevur fingið so stóra eksponering á einum altjóða støði, tí var tað eitt sindur óheppið, at tað skuldi umsetast í skundi á tann hátt, sigur gøtumaðurin, sum týðiliga hevur alsk til móðurmálið. Tað er undirskilt, at replikkirnar høvdu verið natúrligari, um tær upprunaliga vórðu skrivaðar á føroyskum.
Tað er torført hjá okkum áskoðarum at ímynda okkum, hvussu tilfallandi ella umstendigt nógv av tí er, sum vit síggja á skíggjanum. Trom fekk grønt ljós bert tveir mánaðir, áðrenn filmingin fór í gongd. Í hesum stutta fyrireikandi tíðarskeiðnum hendi eitt ótal av broytingum og tillagingum, m.a. orsakað av at staðsetingar máttu broytast, og at føroyski leikstjórin mátti útskiftast við ein íslendskan.
– Spurningurin var eitt sindur: Fara vit at gera tað, ella fara vit ikki at gera tað. Hetta var so fyrsta royndin, og vit hava lært nógv, sum kann gerast betur upp á allar møguligar mátar næstu ferð, greiðir Torfinnur frá.
Tað serføroyska
Í eini so stórari framleiðslu finnast nógvir aktørar, sum samstarva um at taka endaligar avgerðir, bæði kreativar og praktiskar. Torfinnur vil vera við, at gott samskifti er altavgerandi, ikki bara í listaligum virksemi, men í øllum lívsins viðurskiftum, og at Viaplay hava verið góðir samstarvsfelagir hesum viðvíkjandi. Partarnir hava arbeitt saman um at finna eina loysn, sum øll eru nøgd við, eisini tá grundleggjandi ósemjur stungu seg upp. Sum heild hevur tað verið ein demokratisk tilgongd, har mann hevur funnið út av tí saman, sigur Torfinnur. Tó er einki at ivast í, at størsta valdið liggur hjá høvuðsfíggjaranum, og at tað kann vera lætt at missa fótafestið í glímingini við sterkum kreftum.
– Tað var umráðandi, at eg ikki bleiv undirmineraður sum føroyingur. Eg havi roynt at barst fyri at fáa sovorðnar lítlar føroyskar løtur við. Tað var ein av størstu upplivingunum við at síggja røðina fyrstu ferð saman við eini fjøld í Løkshøll, at tey flentu eftir sovorðnum lítlum løtum, sum eg havi barst fyri í fleiri ár, sigur Torfinnur errin.
Til dømis konan, sum lúrir í vindeyganum og meldar Hannis, svari eg játtandi. Laura Joensen.
– Júst so. Tey [útlendsku samstarvsfelagarnir, red.] skilja ikki ordiliga tað. Tey siga, at tað hevur einki við plottið at gera. Tað er fyri so vítt líkamikið fyri meg. Tað snýr seg nógv meira um huglagið, at mann hevur senur, sum mann minnist, heldur enn sjálvt plottið. Tað er, sum Scorsese segði, at í teimum feitastu filmunum minnist tú ikki endiliga plottið, tú minnist ávísar løtur, ávísar senur.
Frælsi og avmarkingar
Var tað nógv, sum ikki bar til orsakað av stóru framleiðsluni og treytunum, sum pengarnir settu?
– Ja, upprunaliga myndin, eg hevði av røðini, var fullkomiliga øðrvísi. Alt formatið var heilt øðrvísi í mínum høvdi.
Alt formatið?
– Ja, sjálvt konseptið av røðini, hvussu mann fortaldi søguna. Upprunaliga var tað heilt øðrvísi. Tað fór so yvir í ein meira siðbundnan máta at fortelja søguna – at halda seg innan fyri sjangruna og alt hetta her. Men eg skilji væl tær fortreytirnar, partvíst tí at hetta er fyrstu ferð, nakað sovorðið er gjørt í Føroyum. Tað er ein stórur váði í at gera eina røð í Føroyum, her sum einki er gjørt fyrr. Pluss tað, at hetta er fyrsta stóra tingið, sum eg havi skrivað, so tey eru bangin fyri, at áskoðararnir ikki fara at skilja tað. Tað eru for nógv nýggj ting at fyrihalda seg til. Eg væntaði ikki, at Trom fór at enduruppfinna sjangruna, hon er ein standard krimi, men kanska næstu ferð, kanska vit tá bróta upp úr nýggjum í størri mun – og gera tað við at gaggnýta fleiri føroysk elementir og sjónarmið, sigur høvundurin.
Eg spyrji meira inn til avmarkingarnar, sum samstørvini við útlendsku aktørarnar høvdu við sær. Í bakhøvdinum hugsi eg um munkin Thomas Merton og hansara tilgongd til munkaklostrið, har hann á fyrsta sinni fann satt frælsi. Tað vóru fysisku avmarkingarnar í tronga klosturskamarinum, sum gjørdu hann andaliga frían, og Torfinnur er í somu tankagongd.
– Tað er tað áhugaverda við at arbeiða innan fyri avmarkingar. Avbjóðingin er at gera eina kommersjella krimi og royna at fáa tey tingini við, sum mann heldur eru feit. Tað er fyri og ímóti. Hetta er ikki ein listafilmur. Vit kliptu nógvar meira abstraktar og hugleiðandi senur úr, og tað er tað, sum kritikkurin gongur út uppá nú, at tað manglar meira av tí. Og tað skilji eg væl, tí tað er tað, sum eg havi roynt at barst fyri. Eg skilji væl kritikkin, sum røðin hevur fingið, eingin er størri kritikkari enn eg sjálvur. Tað verða kompromis, tá mann arbeiðir við øðrum, og tað er ikki fyri at ljóða negativur. Mann hevur gjørt kompromis, men mann hevur eisini gjørt okkurt. Uttan kompromisið hevði mann ikki gjørt nakað, so hvat er betri?
Sjórænarin fær avgerðarrætt
Torfinnur og beiggin Ólavur Jákupsson gjørdu í felag tónleikin í Trom, eitt lítið Gestir-reunion, nú tað skjótt eru 20 ár síðani, bólkurin vann Prix Føroyar í 2003. Torfinnur var eisini við í klippirúminum, har hann var við til at taka tær endaligu kreativu avgerðirnar. Tað er umráðandi, tí tað er í klippirúminum og við ljóðarbeiðnum, at ein tílík røð veruliga verða formað, og Torfinnur sigur eisini, at hann nú offisjelt hevur fingið heitið "sjórænari".
Ha?, spyrji eg uppaftur.
– Showrunner.
Áh, showrunner. Eg helt, tú segði sjórænari.
– Tað kann vera føroyska heitið, heldur Torfinnur.
Tað er eingin loyna, at útlendingar sótu á flestu lyklafunktiónunum í Trom-framleiðsluni. Sjónleikararnir vóru í stóran mun føroyskir, sæð burtur frá tveimum av trimum høvuðspersónum, og sniðgevingini av settinum stóðu føroyingar í stóran mun fyri. Onkur onnur føroysk filmsfólk vóru við á smærri postum, men útlendingarnir lyftu tað tunga maskinarríið.
Tíðin er kanska búgvin til, at føroyingar gerast meira sjórænarasligir og hertaka filmsvinnuna her á landi.
Tað metir Torfinnur eisini.
– Tað er týðandi, at næstu projektini hjá mær hava føroyskan avgerðarrætt og føroysk fólk í lyklafunktiónunum. Tað eru treytir, eg havi sett mær sjálvum og fari at seta komandi samstarvsfeløgum – uttan so, at filmað verður uttanlands. Vit hava lært nøkur ting um at filma í Føroyum, at tað ikki er neyðugt at hava útlendingar á øllum positiónunum. Samstundis hava vit ment nakrar førleikar undir hesari framleiðsluni, og tað var tørvur á førleikamenningini, tí vit høvdu ikki fólkini við neyðugu royndunum, men hetta var so ein góð roynd at menna eitt stórt toymi við føroyskum fólki. Vit hava ment nakrar funktiónir, sum vit hava prógvað, at føroyingar duga minst líka væl sum útlendingar. Har eru nakrar a-funktiónir, vit kunnu skifta út til næstu ferð.
Tað tykist næstan sum ein órímiliga tíðarætlan, at toymið bert fekk tveir mánaðir at stápla alla framleiðsluna upp á beinini. Men tað gekk, og móttøkan hevur góð, bæði í Føroyum og ikki minst uttanlands, har ummælini gjarna liggja á 4 ella 5 útav 6.
– Eg haldi, vit hava prógvað, at vit duga og klára at gera tað – og gera tað til lítar innan tíðsrammuna, sum varð sett, ein sera strømm tíðarætlan. Tá mann hevur prógvað tað í verki, kann mann seta fleiri treytir og vinna sær fleiri rættindi, ella hvussu mann skal siga tað.
Tit hava eina sterkari hond nú, sigi eg.
– Ja, nú hava vit sterkari kort í hondini. Tað er ein treyt hjá mær, at vit støðugt seta fleiri krøv – ella kanska heldur fáa ein størri leiklut í at taka tær mest týðandi avgerðirnar.
TROM 2
Torfinnur greiðir frá, at hann í løtuni arbeiðir við tveimum øðrum røðum. Tann eina er ein politisk røð, sum viðger málið um loysing, at Føroyar gerast ein sjálvstøðug tjóð, meðan hin gongur fyri seg í Danmark. Eisini hevur hann eitt spælifilmshugskot í menning, so tað eru nógv jørn í eldinum.
Onnur sesong av Trom er upp á fleiri mátar eisini í gerð. Partarnir eru skitseraðir, men tað er eitt heilt annað spæl at gera avtalur við samstarvsfelagir, sigur Torfinnur.
Uttan eina aðru sesong er tað ein øgiliga opin endi, haldi eg, og Torfinnur er púra samdur.
– Ja, øgiliga opin endi. Men eg hugsaði, at tað var betri enn ein "happy ending", tað hevði ikki verið rætti tónin fyri røðina. Tað er meira ein sovorðin mystisk røð, sum eisini skal enda við einum spurningi. Og tað er skrivað soleiðis, at har er nógv, sum ikki er avklárað enn, sum skal avklárast í sesong tvey. Tað var altíð ætlanin. Eg vænti, at tað verður ein sesong tvey, men tað er bara ein spurningur um nær – og um mann kemur at arbeiða við ymiskum samstarvspartnarum.