- Tað er ein sera góð kensla og tað var nokk so óvæntað. Eg vil siga at tað følist sum ein stór løta fyri Føroyar og føroyskt drama sum heild, sigur Torfinnur Jákupsson um virðislønirnar, sum Trom vann á Monte-Carlo Television festivalinum í gjárkvøldið. Torfinnur er upphavsmaðurin handan føroysku krimisjónvarpsrøðina.
Talan var um eina virðisløn til høvuðsleiklutin í filminum, Ulrich Thomsen, ið spælir Hannis Martinsson. Haraftrat vann Trom eisini virðislønina “Special jury prize”.
- Special jury prize er ein virðisløn, ið nevndin avgerð hvør skal fáa. Summi siga hana vera tí størstu á festivalinum, men tað er flott óansað hvat fyri virðisløn ein vinnur, sigur Torfinnur væl nøgdur á málinum við Dimmalætting. Hann greiður frá, at Monte-Carlo Television festival, er ein høgt virdur filmsfestivalur og telist hann millum størstu sjónvarpsfestivalarnar í heiminum.
Torfinnur var hjástaddur í Monte Carlo, tá virðislønirnar vóru handaðar Trom. Tá undirritaði prátaði við Torfinn var hann staddur á flogvøllinum á veg út úr fúrstadøminum aftur. Høvuðsleikararnir í sjónvarpsrøðini; Olaf Johannesen, Maria Rich og Ulrich Thomsen vóru eisini hjástødd, tá virðislønirnar vóru handaðar Trom í Monte Carlo í Monaco.
- Eg vil gjarna leggja dent á, at hesi virðislønini eiga allir føroyingar lut í. Henda virðislønin er ein viðurkenning til Føroyar og føroysku filmsvinnuna. Hetta er fyrsta sjónvarpsrøðin av hesum slag, so hetta er bara byrjanin. Eg haldi enntá at hetta er fyrsta virðislønin hjá Viaplay, sigur Torfinnur. Men hóast Torfinn sigur hetta einans vera byrjanina, so er tað enn óvist um tað kemur ein onnur sesong av Trom á Viaplay.
- Vit eru enn í eini bíðistøðu. Ætlanin var at byrja at filma komandi ár, men enn er ongin semja funnin millum partarnar. Tey sita við samráðingarborðið í løtuni, so vónandi verður ein semja funnin innan teir næstu mánaðirnar, greiður Torfinnur Jákupsson frá, um núverandi støðuna hjá Trom.
Sáttmálin, sum Producentforening og Create Denmark skrivaðu undir, um ársskiftið hevur havt við sær, at millum annað Viaplay hevur boðað frá, at steðgað verður við at framleigað danskt films- og sjónvarpstilfar. Viaplay er størsti íleggjari í sendirøðini Trom, og av somu orsøk valdar óvissa um framtíðina hjá føroysku sjónvarpsrøðini.
Les grein um óvissu framtíðina hjá Trom her.