Tórður er aftur á Svangaskarði

Málverjin umboðaði eisini B68 í bestu deildini í 2006 og í 2011

Ian D. Jacobsen formaður í B68 og Tórður Thomsen, sum í kvøld hevur skrivað undir sáttmála við felagið á Svangaskarði
Jóannes Hansen
13. februar 2023 kl. 23:09

Í kvøld hevur B68 skrivað undir sáttmála við nýggjan málverja.

Talan er um Tórð Thomsen, sum seinastu fimm árini hevur umboðað NSÍ.

B68 skrivar soleiðis í kvøld:

B68 hevur í kvøld gjørt avtalu við sterka og rutineraða málverjan, sum hevur vunnið FM fýra ferðir.
Um skiftið til B68 sigur Tórður:

- Eg og Jákup á Borg hava samskift í eina tíð nú. Eg kenni væl Jákup og restina av venjaratoyminum í B68, og tað hevur heilt sikkurt verið ein týdningarmikil faktorur í avgerð hjá mær.

Tórður Thomsen er 36 ára gamal, og hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 344 dystir í bestu landskappingini:

- Tá man kemur í mín aldur sum fótbóltspælari, so eru tað nógvir spurningar, sum man skal spyrja seg sjálvan, og hóast eg leingi havi verið í iva um, hvat eg ætli mær, so følist hetta sum tann heilt rætta avgerðin, tí á Svangaskarði er møguleiki fyri menning sum  spælari, venjari og týdningarmest av øllum sum persónur, sigur Tórður Thomsen við B68 heimasíðuna.

Og hann heldur fram:

- B68 er eitt felag og eitt lið í menning, sum hevur høgar ambitiónir, eitt sera sterkt venjaratoymi, ein góðan og hartarbeiðandi felagsskap og millum bestu umstøður í landinum.

Um leiklutin hjá Tórði Thomsen á Svangaskarði sigur B68 hetta:
Tórður fer at hava eina sokallaða "multi-funktión" í felagnum, sum inniber, at hann verður málverji, og hann fer eisini at vera í venjaratoyminum hjá Jákupi á Borg.

Hetta er triðja ferðin, at Tórður Thomsen fer at umboða B68. Hann var á Toftum í 2006, tá ið B68 endaði á 9. plássi, og hann var aftur á Svangaskarði í 2011, tá ið B68 endaði á sætta plássi.