Tórður á Krónni

Tórður var av sonnum ein bygdarmynd á Skála

Tórbjørn Jacobsen
17. oktober 2024 kl. 11:22

Nú orkaði hann ikki meiri, - Tórður á Krónni. Hann plagdi siga, at hann og kirkjan á Skála fylgdust í árum, og soleiðis gjørdist hann 84 ára gamal. Haldi ikki at hann var mettur av døgum, táið illkynja sjúka hertók kropp hansara. Hann var sum navnið sigur av Krónni, og ein av tjóðarinnar gitnastu útróðrarmonnum, Jóhan Karl, var langabbi hansara, um hann eru mangar søgur skrivaðar og sagdar.

Minnist meg rætt, sá eg Tórð á fyrsta sinni í einum losjuballi á Skála seinast í sekstiárunum. Tey vóru hildin í kantinuni ovast í Turkihúsinum, sum Kjølbro bygdi og sum fyritøkan El-Service nú eigur – hon er annars fyri kortum uppsjeinað og gjørd í upprunastand. Losjulimirnir ferðaðust millum losjurnar, táið veitsla var, og hetta var stórhending fyri ein nýfermdan glyvradrong at sleppa av bygdini og møta fólki úr ymsum heraðshornum í oynni.

Eftir tað havi eg ivaleyst møtt honum, táið vit tíðum vóru á sleipistøð á Skála, - hann arbeiddi á skipasmiðjuni í mong ár. Tað vóru 15 ár ímillum okkum, tí rann tað ikki rættiliga saman fyrrenn fleiri ár seinri, og serliga eftir at hann gjørdist ein av fleiri, sum gjørdust partar av umhvørvinum kring um egningarskúrin hjá Sjúrði og Falkinum, sum í nógv ár hevur ligið í broddi fylkingar, ja, primus inter pares, millum føroyskar útróðrarmenn. Onkuntíð gjørdi Tórður ørindini fyri Falkin at keypa agn úti hjá pápa mínum á Frostgoymsluni í Heiðunum, og tá fekk eg mangt prátið við hann, høvdu vit báðir lagt leiðirnar um somu svaði.

Í 2009 kom tað seg soleiðis, at vit bæði konan høvdu avrátt við Svenning av Lofti, at vit ynsktu at gera ferðalag saman við honum til Heilaga landið. Um jóltíðir. Tað gjørdist ein frábærur túrur, og huglagið var hendinga gott í fylginum. Tvey av teimum ferðandi á hesi ferðini vóru Alma og Tórður á Krónni av Skála. Nú rann rættiliga saman, og eftir hesa ferðina gjørdust vit eitt slag av vinmonnum, hóast aldursmunin. Vit vóru í Jerusalem, við Jordan ánna, Deyða havið, á Massada, í Haifa, Betlehem, Nazareth, Tel Aviv og tað sum serliga rykti í sálina vóru dagarnir við Genesaret vatnið. Í Tiberias, Kapernaum og í líðini, har ið Jesus flutti fram helst ta týdningarmestu taluna í tvey millennium. Fjallataluna. Løtan úti á Betlehems fløtum jólaaftan, har jólaevangeliið varð lisið á móðurmálinum og føroyskir sálmar vórðu sungnir, var eisini ógloymandi.

Ein av myndunum, sum eg tók á ferðini, var av Tórði, táið hann fór ríðandi gjøgnum oyðimørkini á úlvaldabaki. Hon hongur nú víðkað á skottinum í egningarskúrinum á Skála. Eitt serligt minni frá túrinum er eisini náttin, táið vit lógu í einum beduinaratjaldið úti í Negev oyðimørkini. Onkrar smærri rakettir sóust tá á hválvinum varpaðar um markið úr Gaza, men ísraelar skutu tær niður sum vóru tær dukkufretar. Í so máta er mangt og mikið broytt hesi 15 árini.

Tórður var av sonnum ein bygdarmynd. Legði tú leiðini yvir á Skála, og tað havi eg í mong ár havt fleiri grundir til, so svitaðist tað ikki, at tú møtti Tórði á skutaranum. Altíð klárur til eitt hugfarsligt prát. Mær dámdi so væl mannin. Hann segði aldri eitt ilt orð um nakran, - var positivur av lyndi. Vit vóru ikki samdir um alt, langt frá tí, men ofta er tað ein ókend kemi, sum dregur fólk saman í sosialar samanhangir. Flutti einaferð fram eina røðu á Skála undir heitinum ”drop kopierne – bevar originalerne”, og teir vóru fleiri á Skála, kanska fleiri enn í øðrum bygdum, og Tórður gjørdist ein av teimum.

Táið hin sálaði Janus Uldall ráddi fyri borgum í Kahytten – bátafelagnum á Skála – var altíð stórur spenningur um ársveitslurnar uppi í Bygdarsalinum í Ítróttarhøllini. Tá sótu vit báðir Tórður altíð undir liðuni á hvørjum øðrum. Einaferð var sangkapping, vit báðir Tórður trinu á pallin, og har sungu vit onkran fosturlandssang, til miklan stuttleika fyri veitslufólkið. Hvussu tað vignaðist var ikki so viðkomandi, - tað góða lagið var avgerandi. Táið eg var undir Mýruhjalla og hugdi eftir fótbólti, fingu vit okkum eisini altíð eitt prát um fótbólt, útróður, politikk og mangt annað.

Bygdarmyndin Tórður á Krónni er farin um sýnuna, saknurin verður stórur í honum, nú sálin hevur forlátið okkum, og jarðiska hylkið fer um gravarmúlan í kirkjugarðinum á Skála fríggjadagin. Vitin, sum altíð sást í bygdini, situr nú í einari av tjaldbúðunum hjá Skapara okkara. Vónandi tekur Hann sær væl av Tórði.

Friður verið við minninum um hugfarsliga vinmannin Tórð á Krónni.

tórbjørn jacobsen