Tað hevur verið ikki verið so nógv at hoyra frá nýggja býráðnum í Runavík síðani mikudagin. Tá vóru tíðindini, at Jóhan Vest í Oyndarfirði í fínteljingini vann sess í býráðnum heldur enn Jonhard Danielsen úr Søldarfirði, sum í uppteljingini týskvøldið sá út til at vera valdur.
Nú klokkan 13 varð kallað til býráðsfund í býráðssalinum, sum er í gamla skúlanum á Glyvrum.
Álvur Haraldsen, myndamaður í Miðlahúsinum, er á staðnum, og hann hevur sent fyrstu myndirnar.
Fyrsta mál á skrá var at velja borgarstjóra. Á valinum var Tórbjørn Jacobsen fyrstvaldur, og hann er afturvaldur borgarstjóri og fer harvið at halda fram í borgarstjórasessinum fram til 31. desember í 2028.
Tórbjørn Jacobsen varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð í 2012. Hann var varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd fram til 1. janur í 2016, tá ið hann varð valdur borgarstjóri, eftir at Magnus Rasmussen fór úr sessinum, tá ið hann varð valdur í løgtingið.