Toppliðini eru á útivølli

Sjeynda umfar í bestu fótbóltsdeildini er í kvøld og í annaðkvøld

Jóannes Hansen
29. apríl 2024 kl. 18:00

Fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini eru í kvøld. Hetta er sjeynda umfar, sum av fyrstan tíð var ásett at vera um vikuskiftið. Steypadystirnir mikukvøldið og hóskvøldið í síðstu viku eru orsøk til, at dystirnir eru fluttir til eftir vikuskiftið og til í kvøld og í annaðkvøld.

Týskvøldið fer KÍ at spæla við Margáir ímóti EB/Streymi.

Í kvøld eru fýra dystir, og tey bæði fremstu eru á útivølli. Víkingur er í Runavík, har setningurin er at vinna 20. sigurin í landskappingini á rað, og HB, sum higartil hevur vunnið allar dystirnar uttan tann í Sarpugerði ímóti Víkingi, er í Sørvági.

NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

Skála – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00

07 Vestur – HB: Rúni Gaardbo kl. 18.00

B36 – ÍF: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00

Víkingur

6

6

0

0

20

3

18

HB

6

5

0

1

12

5

15

6

4

0

2

14

6

12

NSÍ

6

4

0

2

14

9

12

07 Vestur

6

3

2

1

10

8

11

B36

6

3

1

2

11

8

10

EB/Streymur

6

1

1

4

9

12

4

Skála

6

1

1

4

8

12

4

B68

6

0

1

5

2

12

1

ÍF

6

0

0

6

3

28

0

Týskvøldið

EB/Streymur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 18.00