Topp-politikarar í ríkisfelagsskapinum hittast í morgin

Tveir fundir eru á skránni

Áki Bertholdsen
16. januar 2024 kl. 12:10

Í morgin, mikudagin, fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá eru tveir fundir, bæði ein ríkisfundur og ein fundur í samstarvsráðnum.

Vanliga eru ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum um summarið. Á fundunum, sum vórðu í Nuuk í summar, varð tó avtalað, at Føroyar, Danmark og Grønland framyvir skulu royna at hittast tvær ferðir um árið. Tí verður skipað fyri ávegis ríkisfundi og samstarvsráðsfundi longu nú í januar.

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Regluligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða í Danmark síðst í juni í ár.

– Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent, bæði við krígnum í Ukraina, og við krígnum í Miðeystri.

Fundirnir eru eitt gott høvi at tosa saman um støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini, sigur Aksel V. Johannesen.

Á ríkisfundinum eru Aksel V. Johannesen, løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í  londunum.

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, eru við, saman við øðrum donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, umframt samstarvið millum londini og samstarvið í Arktiska ráðnum.

Tey, sum eru við á fundinum í samstarvsráðnum eru:

Fyri Føroyar

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Fyri Danmark

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

 

Fyri Grønland

Múte B. Egede, landsstýrisformaður

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum

Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum