Tónleikaummælari: Sement er serliga spennandi í ár

- Eg haldi ikki, at eg kann minnast eitt so spennandi Sement-ár sum í ár. Nógv bæði etablerað og spildurnýggj nøvn, sum umboða alt frá tungmálmi til popp til hiphop og rapp, sigur Uni Leitisstein Hansen, tónleikaummælari.

Marjun Manuela Behrens
9. apríl 2022 kl. 18:37

Guðrun & Bartal, Hamferð, Konni Kass, Jasmin og Tamara. Øll hava til felags, at tey eru væl etableraði og væl umtókt á føroyska tónleikapallinum. Eisini hava tey til felags, at tey øll hava vunnið sement kappingina gjøgnum hesi tíggju árini, Sement hevur verið. 

Alt frá tungmálmi til popp til rapp

Í kvøld klokkan 21:00 byrjar ársins Sement kapping. Luttakararnir í fyrsta umfari eru:

  • SWAY

  • Piparstertar

  • RSP

  • Eimyrja

  • Telemama

Uni Leitisstein Hansen, journalistur og tónleikaummælari, heldur, at bólkarnir boða frá góðum.

- Eg haldi ikki, at eg kann minnast eitt so spennandi Sement-ár sum í ár. Nógv bæði etablerað og spildurnýggj nøvn, sum umboða alt frá tungmálmi til popp til hiphop og rapp, sigur Uni Leitisstein Hansen. 

Hann vísir á, at fleiri av bólkunum mynda nakrir av teimum mest áhugaverdu bólkunum á føroyska tónleikapallinum, sum eru í løtuni. 

- RSP, Telemama og Sway eru í øllum førum nakrir væl etableraðu bólkar. Serliga Heini Ronnason og hansara RSP hava gjørt vart við seg á Soundcloud við fleiri bæði superfeitum og provokerandi undirgrundssangum, eitt nú teirra episka party-anthem "Fresh", ópassandi kærleikskvøðuna til "MDMA" og so "Snús, Kaffé, Horir og Hash". Í grundini tolir RSP ikki ordiliga dagsins ljós, men nú koma teir so upp úr undirgrundini, og eg vildi næstan heita á foreldur um at læsa børnini inni, tí RSP er ikki fyri børn, greiðir Uni Leitisstein Hansen frá.

Undirgrundsdreingirnir í RSP sleppa at síggja dagsins ljós

Tað, sum Uni Leitisstein serliga býtir merkið í, er fjølbroytni. Bólkarnar eru so ymiskir, og tað er gott. Hann vísir á, at um RSP eru undirgrundsdreingirnir, so eru tær tríggjar í SWAY (Marianna Nagata, Dania O. Tausen og Katrina Olsen) tað øvugta, tí tær eru eitt slag av darlings á føroyska tónleikapallinum. 

- Marianna Winter og Dania O. Tausen, sum eru tvær av teimum trimu, sum mannað SWAY, hava báðar givið fløgur út hvør sær seinasta árið. Tær eru jazz og soul, og sera dugnaligar. Tær allar saman í SWAY syngja væl og kunnu sjarmera alt og øll, sum tær hava víst bæði til jólafrokostar og nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Men tað verður spennandi at síggja, hvussu SWAY mennir seg frá at vera ein barbershop-sangbólkur, ið spælir tøkuløg, til at vera ein egin bólkur við egnum sangum, sigur Uni Leitisstein Hansen, tónleikaummælari. 

Sjálvsamt at vit uppliva ein so ambitiøsan bólk sum Telemama

Bólkurin Telemama er ein indie-bólkur, sum bleiv stovnaður til Sement 2021. Hóast teir ikki komu í finaluna, so peikaði umboð fyri G! Festivalin á Telemama. Tað bleiv tó av ongum, tí korona spenti bein fyri festivalinum. Men nú eru teir so aftur á palli í ársins Sement kapping. Uni Leitisstein Hansen heldur bólkin vera spennandi. 

- Telemama virkar hinvegin sum nakað so sjáldsamt sum ein sera ambitiøsur ungur popprokk-bólkur, og tað er eftir hondini sum lundi á jólanátt, at vit uppliva tað her á landi. 


Adrenalina er ein sjarmerandi bygdasligur bólkur

Ein annar bólkur, sum tónleikaummælarin heftir seg við, er klaksvíksbólkurin Adrenalina, sum hevur sett sær fyri at lyfta arvin eftir eitt nú Grandmas Basement.

- Teir dyrka hetta serliga bygdasliga, klaksvíksliga popp-rokk-ljóðið. Í grundini ein sjarmerandi kjallarabólkur við nøkrum dreingjum, sum eyðsæð ikki eru serliga góðir til fótbólt ella annan ítrótt, men hava funnið út av, at teir kunnu syngja og spæla tónleik heldur enn at sita og spæla telduspøl og eta kips. Tað gevur størri møguleika at skora damur. Og so hevur Adrenalina longu hittað við sanginum "Bjarta", greiðir Uni Leitisstein Hansen frá.

Marius DC eitt einsamalt orkuverk innan sína sjangru

Uni Leitisstein Hansen vísir á, at tað eru nógv spennandi nøvn til triðja umfar. Eitt nú nøvn sum Dóttir, Impartial og Marius DC, sum øll eru etableraði nøvn. 

- Onkursvegna virkar tað, at hetta má vera árið hjá Marius DC, sum ofta tykir mær at vera eitt einsamalt orkuverk innan sína sjangru. Men eisini bólkurin Tiger På Spring sær lovandi út. Lovandi eru í grundini fleiri av teimum meira ókendu bólkunum, sum eru við í øllum umførunum. Onkrir eru mannaðir við fólkum, sum hava verið partur av føroyska tónleikapallinum síðani 90ini, meðan aðrir eru mannaðir við blaðungum fólkum. 

Sement hevur ótrúliga stóran týding fyri Føroyska tónleikapallin

Sement hevur verið pallur fyri fleiri tónleikarar, sum í dag eru etableraði nøvn á tónleikapallinum í Føroyum. Uni Leitisstein Hansen vísir á, at Sement sum heild hevur stóran týdning fyri tónleikapallin í Føroyum. 

-  Ein listi yvir vinnararnar gjøgnum árini staðfestir hetta, tí nógv av teimum, ið hava vunnið Sement, eru nøkur av teimum, sum mynda føroyska tónleikapallin í dag, eitt nú Jasmin, Konni Kass, Hamferð, Tamar, Joe & The Shitboys. Og mær dámar eisini væl, at fyriskipararnir duga væl at samanseta vinningarnar, so teir hava júst tað endamálið, at tað skal koma nakað ordiligt burturúr, eitt nú við at luta burtur studiotíð og vegleiðing til at klára seg í tónleikaídnaðinum. 

Sement vinnarar:

2021: Joe & The Shitboys

2020: Tamara

2019: Reality Bites

2018: Fróði Bjarnason

2017: Jasmin

2016: Blusette

2015: Konni Kass

2014: Lyon and The Color Storm

2013: The Absent Silver King

2012: Sleepless Ghosts

2011: Guðrun & Bartal

2010: Hamferð

Sí meiri um bólkarnar frá fyrsta umfari í kappingini her