Michael: - Tað virkar óveruligt, at G! verður í ár

Tvey summur á rað hevur tónleikastjórin hjá G! Festivalinum, Michael Antony Charles Johannesen, fyrireikað ein festival, sum ikki bleiv til nakað. Tískil kennist tað, sambært honum, mestsum óveruligt, nú seinastu fyrireikingarnar eru ígongd

Tónleikastjórin hjá G! Festivalinum, Michael Antony Charles Johannesen.
Kristian Waag Dam
12. juli 2022 kl. 09:00

- Vit eru ordiliga spent. Tað virkar óveruligt, at ein festivalur verður í ár. Trý ár uttan ein festival, er ómetaliga leingi. Fyri okkum øll, ið arbeiða her fast, verður tað øgiliga kensluborið at síggja fólk aftur og at síggja, at vit faktist duga at gera ein festival, sigur tónleikastjóri hjá G! Festivalinum, Michael Antony Charles Johannesen, við einum brosi.

Dimmalætting fekk orðið á hann undir seinastu fyrireikingunum áðrenn G! Festivalurin fer av bakkastokki fyri fyrstu ferð í trý ár. Festivalurin í ár, er hin fyrsti G! Festivalurin, sum ikki er vorðin avlýstur av korona síðan Michael byrjaði sum tónleikastjóri aftaná G! Festivalin í 2019.

Avlýsingarnar undanfarnu sumrini vóru sjálvsagt tvey stór vónbrot hjá fyriskiparunum aftanfyri festivalin, greiður Michael frá. Serliga var tað eitt vónbrot í fjør summar, tá alt var klárt og seinastu fyrireikingarnar vóru ígongd, tá G! Festivalurin var avlýstur, bert eina viku áðrenn festivalurin skuldi byrja.

- Pallurin var longu komin og alt var til reiðar. Flogferðaseðlarnir vóru bílagdir og fólk vóru ávegis, tá festivalurin bleiv avlýstur. Tað var eitt kaos at skipa fyri einum festivali í fjør vegna korona, sigur Michael.

- Persónliga hevur høvuðsavbjóðingin undir koronatíðini verið motivatiónin, tí mann allatíðina missir móti. Alt hevur verið ótrygt, tí mann veit ikki um mann hevur ein festival ella ikki, leggur tónleikastjórin hjá G! Festivalinum aftrat.

Festivalurin, sum í fjør summar varð avlýstur í síðstu løtu, var hin 20. útgávan av G! Festivalinum. Hóast talan er um ein stóran varða í søguni hjá G! Festivalinum, so fer hetta ikki at merkja festivalin í ár, eins og ætlanin var at tað skuldi merkja festivalin í fjør summar.

Okkurt tykist øðrvísi hesaferð
Sambært tónleikastjóranum hjá G! hava fyriskipararnir merkt ein stóran áhuga fyri festivalinum millum føroyingar. Men hóast fyriskipararnir hava merkt ein stóran áhuga fyri festivalinum, so tykist okkurt at vera øðrvísi hesaferð.

- Tað tykist sum, at fólk hava broytt máta at keypa atgongumerki uppá. Til dømis, at fleiri møguliga bíða til síðstu løtu. Higartil hava vit selt færri atgongumerki í ár, samanborið við undanfarin ár. Men tað virkar sum, at soleiðis er tað allastaðni. Aðrir føroyskir festivalar eru heldur ikki útseldir, sigur tónleikastjórin hjá G! við Dimmalætting.

Michael greiður eisini frá, at festivalarnir, sum eru útseldir í ár, eru teir, sum hava ikki hava endurgoldið keyparunum atgongumerkini frá árunum frammanundan. Hetta bar tó ikki til hjá festivalunum í Føroyum, um teir ynsktu at fáa hjálparpakka.

Grundin verður gjørd til reiðar.Grundin verður gjørd til reiðar

Ongar avlýsingar vegna grind í ár
-
Frá tí at G! Festivalurin var seinast, hevur stór útskifting verið í toyminum. Men hóast fleiri broytingar eru vit til reiðar til hósdagin, sigur Michael.

Sambært tónleikastjóranum verður ymiskt nýtt á skránni, tó festivalurin í høvuðsheitum er hin sami. Millum annað er nógv tíð og orka farin til at gera Grundina bæði størri og betri enn nakrantíð. Hann vísir á, at tey altíð royna at menna seg og fylgja við tíðarandanum.

G! Festivalurin er eyðkendur fyri at hava nógvan og fjøltáttaðan tónleik og soleiðis verður eisini í ár, hóast tey hava verið noydd at tillaga seg til umstøðurnar og ikki minst tíðini.

- Vit hava havt avbjóðingar av, at stór nøvn hava avlýst konsertir seinastu árini. Slíkar avlýsingar eru keðiligar fyri umdømi hjá festivalinum, tískil hava vit verið noydd til at tillaga okkum. Vit royna at sleppa okkum undan hesum avbjóðingunum, millum annað við at kunna tónleikararnar um, hvat kann henda á sosialum miðlum, sigur tónleikastjórin.

Hann leggur afturat, at skráin í ár er heldur øðrvísi enn áður.

- Tað hevur riggað væl, um vit hyggja eftir tí ágangi, sum tónleikararnir hava verið úti fyri fingið higartil. Men hetta fer at ávirka festivalin, og hvørji nøvn festivalurin kann fáa frameftir, leggur Michael aftrat.

Hóast fleiri útlendskir bólkar hava avlýst seinastu árini, so er Michael bjartskygdur í ár

- Vit hava góðar vónir. Tað vera ikki avlýsingar vegna grind í ár. Um avlýsingar vera, so verður tað av korona ella avlýstum ferðum, sigur tónleikastjórin róligur á málinum. Í ár vera 45 bólkar, sum eftir ætlan skulu framføra á G! Festivalinum. Umleið helvt um helvt føroysk og útlendsk.

Sambært Michael, er ætlanin at gera Grundina størri og betur enn nakrantíðSambært Michael, er ætlanin at gera Grundina størri og betri enn nakrantíð

Skulu venja seg við at vera á festival aftur
Spurdur, hvat hann gleðir seg mest til á festivalinum, svarar Michael, at hann gleðir seg mest til at síggja øll fólkini savnast, vera í løtuni og ikki minst njóta hana, tí talan verður um eina serstaka løtu.

Tvey summur á rað hevur hann fyrireikað ein festival, sum ikki bleiv til nakað. Tískil kennist tað, sambært honum, mestsum óveruligt, nú seinastu fyrireikingarnar eru ígongd og festivalurin enn ikki er avlýstur.

- Fólk hava saknað verið á festival, men eg rokni eisini við, at fólk skulu venja seg við at vera á festivali aftur. Tað verður eitt nýtt og øðrvísi upplivilsi, tí tað er so langt síðan, at festivalurin var seinast. Festivalurin fer at kennast øðrvísi, men hann er hin sami, tó við nøkrum smáum broytingum, sigur, Michael Antony Charles Johannesen, tónleikastjóri hjá G! Festivalinum, at enda við Dimmalætting.

Hósdagin fer G! Festivalurin av bakkastokki fyri fyrstu ferð í trý ár. Skráin sæst her.