Í morgin, dýrabiðidag, verður rættilig innrás av tónleikarum í Havn. Tá fara 11 orkestur við 300 tónleikarum at møtast á musikkstevnuni, sum er á hvørjum ári.
Í ár verður musikkstevnan í og sum verður í Eysturskúlanum í Havn - og hon er almenn.
Tað er Havnar Hornorkestur, ið fyllir 120 ár, sum skipar fyri musikkstevnuni, og hetta er tann 57 musikkstevnan, sum hevur verið. Havnar Hornorkestur er samstundis tað elsta orkestrið á stevnuni - og GHM er tað størsta.
Tey, sum skipaðu fyri fyrstu musikkstevnuni, sum varð í Vestmanna í 1966, høvdu neyvan droymt um, at musikkstevnan skuldi fáa so góða undirtøku, sum hon hevur fingið, sigur Havnar Hornorkestur í tíðindaskrivi.
– Í dag er musikkstevnan hæddarpunktið hjá øllum blásarum. Tað er á musikkstevnuni, at spælarar møtast at røkja vinaløg, og savnast um tónleikin, og ikki minst at hoyra, hvørji framstig tey ymsu orkestrini gera.
– Spælararnir, ungir sum eldri, spenna seg út til dýrabiðidag, tí tað er á hesi stevnuni, at teir skulu vísa, hvør dugur er í teimum.
– Hetta er dagurin hjá hornorkestrum og harmoniorkestrum. Hóast talan ikki er um eina kapping, hava orkestrini vant til musikkstevnuna, sum tað var ein steypafinala á Tórsvølli.
Mannagongdin er, sum hon plagar at vera. Tað merkir, at hvørt orkestur fær 15 minuttir at spæla sína skrá. Tá ið øll orkestrini hava spælt, trína allir spælarnir inn á pallin til ta stóru finaluna, sum er at spæla tvey løg saman.
Annað av hesum løgum verður »Stevna«, sum Olaf Ellingsgaard úr Havnar Hornorkestri hevur skrivað, og hitt lagið er tað afturvendandi lagið »Our Director«, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir.
Frásøgumaðurin í ár er kendi útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum fyrr í ár var heiðraður sum heiðurslimur í Havnar Hornorkestri.