Tom Brady gevst

Soleiðis ljóðar tað í teimum amerikonsku fjølmiðlunum. Enn hevur Tom Brady ikki vátta hetta, men sambært amerikonsku fjølmiðlunum, so hava teir fingið váttarnir frá øðrum, ið standa Tom Brady nær.

Kristian Waag Dam
31. januar 2022 kl. 07:52

Sambært fleiri amerikonskum miðlum, millum annað ESPN, so hevur Tom Brady leikt sín síðsta dyst. Hesin dysturin var tann 23. Januar, tá Brady og liðfelagar hansara taptu ímóti Los Angeles Rams. 

Tíðindini um Brady komu út um vikuskifti, men enn hevur Brady einki vátta enn. Hóast hetta, so hava fleiri onnur, sum eru tætt knýtt at Brady viðmerkt tíðindini, millum annað pápi hansara, sum segði at Brady ikki enn hevur tikið endaligu avgerðina. Eisini hevur Don Yee, umboðsmaðurin hjá Brady, boðað frá, at hann fer hvørki at vátta ella avsanna tíðindini. Sostatt vil ongin vátta tíðindini, men heldur ongin avsannar tey.

Av tí at ongin avsannaði tíðindini, byrjaðu fjepparar og ítróttarfeløg at senda heilsur til heimsstjørnuna á sosialum miðlum. Enntá TB12 Sports, sum er eitt felag, ið Tom Brady eigur, legði eitt uppslag á Twitter. Har tey mestsum váttaðu tíðindini. Uppslagið hjá TB12 Sports var sletað stutt aftaná. Enn hevur Brady ikki vátta tíðindini. Hann er í løtuni í feriu.

Brady hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir ikki eitt sokallað “farvæl-kappingarár”. Heldur vil hann sleppa at gevast í frið og náðum uttan alt uppmerksemi, sum fylgjur við. Tó kann tað vísa seg at vera trupult at gevast í frið og náðum, tá tú av mongum verður metur at vera besti quarterback’urin nakrantíð.

44 ára gamli Tom Brady hevur leikt 22 kappingarár í NFL og vunnið sjey Super Bowl meistaraheitið. Í 20 ár leikti hann fyri New England Patriots, men í 2020 skifti hann til Tampa Bay Buccaneers, sum hann hevur umboðað síðan.