Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hevur avgjørt at náða 12 katalansk loysingarfólk í hesi vikuni.
Tað var í 2017 – í einum av teimum mest sermerktu rættarmálunum í spanskari søgu – at níggju fólk vórðu dømd upp til 13 ára fongsulsrevsing, fyri at hava skipað fyri valið í Katalonia, ið lýsti landslutin sjálvstøðugan á heysti 2017. Harafturat vórðu trý fólk dømd fyri sivilt ólýdni, men vórðu ikki fongslaði.
Avgerðin møtir mótstøðu
Tíggjutúsundatals fólk eru ímóti avgerðini hjá forsætisráðharranum, sum hevur til endamáls at minka um spentu støðuna í Katalonia, tí sambært nýggjari kanning, so eru 61 prosent av spanska fólkinum móti avgerðini hjá forsætisráðharranum.
Mótstøðufólkini hjá Sanchez siga, at náðingin bert er ein roynd at tryggja framhaldandi stuðul frá katalanska Esquerra Republicana de Catalunya (ERC) í spanska parlamentinum, og fólk í Katalonia, sum arbeiða fyri sjálvræði rokna ikki við, at náðingin fer at minka um spentu støðuna í landspartinum.