Tólv av okkara allarbestu undir sama taki

Hósdagin letur stóra listaframsýningin “Tey 12” upp í Müllers pakkhúsi

Tíðindaskriv
15. juni 2021 kl. 08:52

Tey tólv eru Astrid Andreasen, Arnold Vegghamar, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Bárður Jákupsson, Astri Luihn, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Ásla Rannvá Svensson, Frits Johannesen, Silja Eystberg og Brandur Patursson. Hesi tólv fara at sýna fram á stórari listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja. 

Lætt at keypa føroyska list

Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir perfektir – mitt í Havn, og í okkara allarbestu hølum.

Fernisering verður hósdagin 17/6 kl. 16–18, og framsýningin verður opin til og við sunnudagin 27/6. Gerandisdagar verður opið kl. 16-18 og í vikuskiftunum kl. 14-16

Framsýningin er opin fyri øllum og er ókeypis at vitja. 

Opið verður soleiðis: 

Hósdagin 17/6, fernisering 16-18

Fríggjadagin 18/6 16-18

Leygardagin 19/6 14-16

Sunnudagin 20/6 14-16

Mánadag 21/6 16-18

Týsdagin 22/6 16-18

Mikudagin 23/6 16-18

Hósdagin 24/6 16-18

Fríggjadagin 25/6 16-18

Leygardagin 26/6 14-16

Sunnudagin 27/6 14-16