Toluliga skjótt at sleppa til sálarfrøðing

Sambært sálarfrøðingi, Kára Leivsson, er bíðitíðin at sleppa framat einum sálarfrøðingi ikki so long sum hon eitt nú er í Danmark

Turið Justinussen
21. januar 2019 kl. 16:30

Sambært sálarfrøðingi og formanni í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Kára Leivsson, sleppa føroyingar, ið hava tørv á tí, rímiliga skjótt framat einum sálarfrøðingi. Í Danmark er bíðitíðin alsamt vaksandi

Í Danmark rindar tað almenna 60 prosent av sálarligu viðgerðarútreiðslunum hjá fólki í aldrinum 18 til 38, sum líða av annaðhvørt angist ella tunglyndi, men bíðitíðin er ov long.

Dansk Psykolog Forening hevur seinastu sjey árini nevniliga kannað, hvussu leingi tað í miðal tekur hjá fólki skrivligari ávísing frá kommunulækna at sleppa framat einum sálarfrøðingi, og kanningarnar vísa, at í 2012 var bíðitíðin í miðal fimm vikur, ímeðan hon í fjør var 10,6 vikur í miðal.

Tað vil siga, at bíðitíðin er meira enn tvífaldað seinastu árini, sum kann hava við sær, at sálarstøðan versnar, og at fólk ikki leita sær sálarfrøðiliga hjálp, tí tey eru varug við hesa longu bíðitíð. Avleiðingarnar verða umrøddar í eini grein hjá Dr.dk.  

Orsøkin til ta longu bíðitíðina í Danmark er ikki mangul uppá sálarfrøðingar, men tað, at tær áleið 60 milliónirnar, ið verða settar av til endamálið og eru grundarlag fyri hesi stuðulsskipan, loyva sálarfrøðingunum at veita einum ov lítlum hópi viðgerð. 

Bíðitíðin er helst styttri í Føroyum
Kári Leivsson, formaður i felagnum, Føroyskir Sálarfrøðingar, greiðir frá, at hóast tað er viðkomandi, er eingin slík kanning av bíðitíðini gjørd í Føroyum seinastu árini. Hann er tó sannførdur um, at bíðitíðin at sleppa framat einum sálarfrøðingi í Føroyum vanliga er væl minni, enn tær í miðal tíggju vikurnar, bíðitiðin í fjør var í Danmark.

- Fólk sleppa rímiliga skjótt framat. Eg minnist meg ikki hava hoyrt um nakran sálarfrøðing við so langari bíðitíð, sigur Kári Leivsson og greiðir frá, at tá sáttmálin varð gjørdur, varð dentur lagdur á, at fólk við ávísing skulu sleppa framat sum skjótast, og honum kunnigt, hevur bíðitíðin ongantíð verið líka long sum hon er í Danmark.

Í 2011 varð sáttmáli millum felagið fyri Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingum settur í gildi. Sáttmálin ásetur, at við skrivligari ávísing frá kommunulækna til sálarhjálp, rindar Heilsutrygd 40 prosent av viðgerðarútreiðslunum.

- Sálarfrøðingurin skal góðkennast av Heilsutrygd og felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, áðrenn hann kann virka undir hesi skipan, greiðir Kári Leivsson frá, og skoytir uppí:

- Summir av hesum sálarfrøðingum hava kanska ein fullan kalendara fleiri vikur fram, men so hevur kanska onkur annar pláss í kalendaranum.

Í sáttmálanum stendur, at við ávísing frá kommunulækna, kann ein frítt velja ímillum teir privatstarvandi sálarfrøðingarnar, sum eru fevndir av honum. Tískil ber til at ringja til fleiri fyri so at avtala eina tíð hjá tí, har bíðitíðin er stytst, greiðir Kári leivsson frá.

Á Sálarfrøðistovuni, har Kári leivsson starvast, er hópurin av sálarfrøðingum vaksandi og bíðitíðin ymisk:

- At byrja við, vóru vit trý, ið starvaðust her, men vit gerast alsamt fleiri og eru nú níggju fólk í starvi, sigur hann, og greiðir frá, at útboðið av sálarfrøðingum sostatt tykist at vaksa samsvarandi eftirspurninginum. 

- Á Sálarfrøðistovuni er bíðitíðin hjá tí einstaka sálarfrøðinginum ymisk og kann broytast eftir umstøðunum. Hevur man starvast leingi sum sálarfrøðingur, kann bíðitíðin eitt nú vera longri enn hjá einum, ið akkurát eg byrjaður, sigur Kári Leivsson.

- Ynskir viðkomandi harafturímóti ein ávísan sálarfrøðing, er vandi fyri, at viðkomandi noyðist at bíða, sigur hann at enda.