Tollsamstarvið við Danmark og Grønland verður styrkt

Á norðurlendskum tollstjórafundi í Stokkhólmi hin 17. september góvu Føroyar, Danmark og Grønland hvørt øðrum tilsøgn um eitt enn sterkari tollsamstarv. Føroyar undirskrivaðu í hesum sambandi tvær nýggjar tollavtalur.

Tíðindaskriv
14. oktober 2024 kl. 14:18

Londini fara nú at leggja serligan dent á at luta vitan og royndir sínámillum

Hetta er týðandi partur av fyrru avtaluni, ið viðger yvirskipaða tollsamstarvið landanna

millum. Avtalan fevnir eisini um felags tollverjuátøk fyri tey trý samfeløgini umframt um

førleikamenning av starvsfólkum og um servenjing av rúsevnahundum.

Hin avtalan, sum Føroyar undirskrivaðu, er ein rammuavtala við Danmark, har samstarvið

millum londini verður útgreinað, serliga førleikamenningin.

”Tolløkið er álvarsmál, ikki minst tá ið ræður um rúsevni, og tí fegnist eg um nýggju

avtalurnar og um góða samstarv okkara við Danmark og Grønland og grannalondini

yvirhøvur”, sigur Ruth Vang, ið sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd

av virkisøkinum hjá TAKS.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivaði undir nýggju avtalurnar Føroya vegna.