Tóku tveir blaðungar dreingir á prutli

Annars hevur tað verið sjáldsama friðarligt hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
7. november 2024 kl. 07:52

Tað hevur verið sjáldsama friðarligt hjá løgregluni síðani í gjáramorgunin.

Seinnapartin í gjár varð boðað frá grind í sundalagnum, men tað vísti seg at vera ein bólkur av nýsum, so tað varð ikki gjørt meiri við tað.

Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt meiri enn vanligt burtur úr at koma trupulleikanum við prutlum til lívs.

Nógva staðni er tað ein trupulleiki, at - serliga ungir dreingir, koyra runt á prutl. Tað er til ampa hjá fólki, serliga um næturnar, tí fólk fáa ikki náttarfrið fyri larmi. og ofta eru tey útborað og tunað fyri at koyra skjótari enn loyvt er.

Aftur í gjár tók løgreglan tvey prutl í Eysturoynni - men hesa ferð vóru tey í lógligum standi. Talan var um tvey lítil prutl, sum bara hava loyvi at koyra 30 - og kanningarnar hjá løgregluni vístu, at tað var eisini tað, hesi bæði prutlini koyrdu.

Men aftur fyri vóru førararnir báðir, sum vóru tveir blaðungir dreingir, ikki í lógligum, standi. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítil prutl, er 15 ár, men hesi báðir vóru yngri enn tað og sostatt høvdu teir heldur ikki koyrikort.

Løgreglan sigur, at eru tað ikki dreingirnir sjálvir, sum eiga prutlini, fáa tey, sum eru skrásettir eigarar, bót fyri at hava latið prutlini upp í hendurnar á fólki, sum ikki hava rætt til at koyra á teimum.