Tóku tríggjar bilførarar upp á trý korter
Tað gongur illa hjá bilførarum at virða ferðsluljósini
Áki Bertholdsen
24. juni 2024 kl. 08:35
Í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall, eru ferðsluljós sett um sum gera ferðsluna einvegis í nakrar minuttir ísenn.
Men tað gongur illa hjá bilførarum at virða skeltini. Løgreglan hevur verið har fleiri ferðir og tað greittir ikki, at fleiri bilførarar verða tiknir, hvørja ferð løgreglan er har.
Aftur í gjár var løgreglan við tunlarnar Norður um Fjall. Tey vóru har í trý korter, men bara hesa løtuna vóru tað tríggir bilførarar sum koyrdu, hóast teir høvdu reytt ljós.
Tað kostar teimum eina bót, og eitt klipp í koyrikortið.