Í gjár og í nátt hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan var Millum Fjarða og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra alt ov skjótt.
Hann varð skrásettur fyri at koyra yvir góðar 111 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80, so nú má hann upp til nýggja koyriroynd, annars verður koyrikortið tikið.
Annars vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at brúka fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað kostar eina bót upp á 1.500 krónur, umframt at teir fáa klipp í koyrikortið.
Somuleiðis hevur løgreglan tikið nummarpláturnar av fimm bilum í nátt har eigarin ikki hevur goldið vegskatt ella trygging, ella ikki er møttur til sýn.