Í gjár var løgreglan víða um og kannaði ferðsluna og tað varð ikki til fánýtis, tí tað vóru fleiri bilførarar, sum ikki hildu seg til reglurnar.
Í Eysturoynni og í Klaksvík fingu seks bilførarar bæði 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Og í Klaksvík fekk ein bilførari eisini bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn í bilinum sum var so lítið, at tað skuldi havt sitið á barnastóli, men tað gjørdi tað ikki.
Og seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við kenning. Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvussu stóra bót hann fær, og hvussu leingi hann missur koyrikortið.
í Gjárkvøldið steðgaði løgreglan eisini einum bili og tað vístu seg, at tey, sum vóru í honum. høvdu rúsevni uppi á sær. Nøgdin var so lítil, at tað var ikki meiri enn til egið brúk, men tað fáa tery bót fyri.
Seinnapartin í gjár fingu tveir bilar skaða í Sverrisgøtu í Havn. Har rendi ein bilur upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Eingin fólkaskaði var, men annar bilurin fór so illa, at hann fekk ikki koyrt.
Kemur løgreglan til ta niðurstøðu, at óhappið hendi tí tann aftari bilførarin ikki helt neyðugu frástøðuna, fær bilførarin eisini klipp í koyrikortið.