Tóku fýra bilførarar fyri ymisk lógarbrot
Ein av teimum missur koyrikortið
Áki Bertholdsen
15. juli 2024 kl. 07:44
Beint fyri midnátt var løgreglan á Sandavágshálsi og gjørdi ferðmátingar. Har vórðu tveir bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt - og teir koyrdu báðir so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Teir koyrdu báðir ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman.
Men so varð eisini ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi, og tað fær hann eisiin klipp í koyrikortið fyri, umframt 1.500 krónur í bót.
Men verri var hjá einum bilførara í Klaksvík, sum løgreglan steðgaði í nátt. Tá ið hann blásti í alkometrið gav tað størri útslag enn gott er, so hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.