Tað er javnan og savnan at fólk ringja til løgregluna at melda, at tað er ikki verandi fyri prutlum. Tey koyra skjótt og tey larma so illa, at tey fáa ikki náttarfrið.
Tað eru summastaðni at trupulleikin er verri enn aðrastaðni og í gjár var løgreglan bæði í Vestmanna og í Miðvági við tí endamáli at kanna prutl.
Løgreglan sigur, at beinanvegin tey komu fram, tóku tey nøkur prutl, men tað frættist skjótt, at løgreglan var á leiðini, og so vóru øll prutlini horvin alt fyri eitt.
Men løgreglan fekk fatur á fleiri prutlum, og tey siga, at har var einki skil á nøkrum.
Nøkur prutl vóru útborað og tunað so at tey koyrdu skjótari enn loyvt er. Eingin var í hjálmi, fleiri av teimum, sum koyrdu prutlini, høvdu ikki koyrikort og summi høvdu enntá heldur ikki aldur at koyra prutl. Og tað var eisini vanligt at tað sótu tvey fólk á prutlunum, sum er ólógligt, og onkur prutl hevði heldur ikki nummarplátu.
Tilsamans fekk løgreglan minst tíggju mál hesa løtuna tey kannaðu prutlini
– Veruleikin er so einfaldur sum tað, at tað er eingin, sum heldur eyga við, hvat tey ungu gera, sigur vakthavandi løgreglumaður. Hann saknar at foreldrini taka ábyrgd og fylgja við, hvat børnini havast at.
– Tað er gamaní hjá løgregluni at taka ólóglig prutl, men fyrst og fremst liggur ábyrgdin hjá foreldrunum, og tað sum fer fram summastaðni, er ikki í lagi, sigur hann, bersøgin.
Annars var løgreglan eisini á ferð í nátt og kannaði bilaferðsluna og har stóð munandi betri til, tí eingin varð skrivaður upp.