Tóku eitt prutl  - og skrivaðu fýra bøtur  

Løgreglan hevur eisini havt eyguni eftir rúsevnakoyring

Áki Bertholdsen
5. november 2024 kl. 08:55

ì gjár tók løgreglan eitt prutl norðan fyri - og tað kastaði heilar fýra bøtur av sær. Fyri tað fyrsta varð prutlið útborað, ella tunað, so at tað koyrdi heilar 57 kilometrar um tíman, og tað er næstan dupult so skjótt sum tað hevur loyvi at koyra, tí talan var um eitt lítið prutl, sum bara hevur loyvi at koyra 30.

Harafturat hevði tann, sum koyrdi prutlið, ikki koyrikort til prutl, og tað var av teirri einfaldu orsøk, at hann var yngri enn 15 ár, sum er aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítið prutl.

Og so fær eigarin eisini eisini bót fyri at hava latið einum prutlið upp í hendurnar, sum ikki hevði koyrikort.

Sostatt vórðu pláturnar tiknar og eigarin fær tær ikki aftur fyrr enn prutlið er sýnað aftur og Akstovan hevur váttað, at tað er í lógligum standi.

Annars hevur løgreglan eisini kanna bilar norðan fyri fyri at vita um teir vóru ávirkaðir av rúsevnum, men tað var eingin av teimum.

Men á miðdegi í gjár tók løgreglan ein bilførara í Suðuroy og skuldsetti hann fyri rúsdrekkakoyring og tí sambandi varð blóðroynd eisini tikin av honum.  

Og aftur í nátt varð ein blførari tikin í Havn fyri rúsevnakoyring. Blóðroynd varð eisini tikin av honum, og løgreglan sigur, at tey tóku eisini lyklarnar til bilin fyri at tryggja sær, at hann ikki fór aftur í bilin tá ið løgreglan hevði slept honum.