Sum heild hevur hetta verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Men um tíggjutíðina fyrrapartin í gjár varð ein bilur steðgaður í Havn og tá ið løgreglan tosaði við bilføraran, fingu tey illgruna um, at hann hevði kenning.
Og tá ið hann so varð biðin um at blása í alkometrið, gav tað útslag og tí varð hann førdur fyri lækna, har blóðroynd varð tikin av honum - og samstundis varð hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Tað hendir seg meiri enn so at fólk ringja til løgregluna at melda bilførarar, tí teir koyra so óstøðugt at tey halda, at teir hava kenning.
Tað hendi tvær ferðir um vikuskiftið, men báðu ferðina var talan um falskan alarm, tí báðir bilførararnir vóru edrúir.
I tí fyrra førinum var talan um ein útlendskan bilførara, sum var vilstur, og ikki rættiliga visti hvar hann var. Og í tí seinna førinum var talan um ein føroying, sum ikki reiðiliga visti hvar hann eina løtu tí tað var so kavsvart í mjørka.
Annars var fitt av fólki í býnum um náttina og løgreglan steðgaðu nógvum bilum, men allir bilførararnir vóru edrúir.
Kortini vórðu tvey prutl tikin í Havn, annað tí førarin ikki var í hjálmi og hitt varð tikið til kanningar, tí illgruni var um, at tað koyrdi ov skjótt.
Í Suðuroy vórðu ferðmátingar gjørdar, men har var lítil ferðsla og eingin bilførari varð tikin.