Tøknin drívur personliga heilsu

Individualisering er ein megatrend

Bogi Eliasen
19. juli 2016 kl. 15:10

Individualisering er ein megatrend. Individualisering merki m.a. at vit vilja hava tænastur og ting tilsnikkaði soleiðis, at tey hóska best til okkara tørv og ynkir – og ikki bara standardloysnir – men eisini, at vit krevja meira til okkum sjálvi, m.a. størri krøv til heilsutænastu – eisini á gamalsaldrinum. Uttan at vit geva okkum far um tað, hava sosialir miðlar vant okkum við, at vit kunnu velja í størri mun. Talgilding og alnótin ger, at vit lættliga kunu finna vitan og tænastur aðrastaðni – og alheimsgerðin er samrunnin í dagligdagin og ger okkum nógv minni bundin at lokalsamfelagnum enn fyrr – og vit mugu hugsa persónliga heilsu, tá vit menna fólkaheilsuleistir.

At vit hava eitt rák fram ímóti at menna persónliga heilsu er soleiðis tengt at bæði tøkniligum møguleikum, størri fokus á heilsu bæði hjá einstaklinginum, politiskum myndugleikum og hjá fyritøkum, m.a. tí at heilsa verður mett sum sera týdningarmikið fyri framburð. Individuella rákið ger so eisini, at tað er eftirpurningur á loysnum, sum tann enstaki sjálvur snikkar til egnan tørv.

Tøknilig menningin við talgilding og Internet of Things samantvinnað við vaksandi krøvum um betri heilustænastur og sonevndu eldrabyrðuni setur stór krøv og skumpar undir umfatandi broytingar av heilsugeirum – um samfeløg skulu hava ráð til at veita alsamt betri heilsutænastur.

Seinastu øldina er miðallivialdurin vaksin við góðum 30 árum í okkara parti av heiminum – og síðani vit fingu skipaðan pensjónsaldur – við 10 árum. Harufturat hava vit tað betri á eldri árum.

Tí er tað rímiligt at spyrja, um ein partur av loysnini av sonevndu eldrabyrðuni ikki er at hækka pensjónsaldurin, soleiðis at miðal borgarin hevur líka nógv ár sum pensjonistur, sum talan var um í sekstiárunum? Kanska skal tað samantvinnast við einum tillagaðum arbeiðsmarknaði við stytri arbeiðstíð, tá fólk gerast t.d. 60 ár?

Hetta hevur týdning, tí tørvur er á fleiri herðum at bera útreiðslurnar til vælferðarsamfelagið – og harvið eisini heilsuverkið, sum vit øll hava atgongd til í Norðurlondum. Og tað hevur stóran týdning í einum heilsuperspektivi, tí megna vit at halda borgarum okkara frískum longri, m.a. við persónligum tillagaðum heilsutænastum – megna vit eisini bæði at hava tey longri á arbeiðsmarknaðinum og longri burturi frá tungum heilsuviðgerðum, sum er betri fyri bæði borgaran og samfelagið – og soleiðis flyta vit broytingina við fleiri eldri frá at verða eina byrðu til at verða ein ágóði.

Ein slík hugsan krevur fleiri broytingar. Tað tykist ikki verða stórur ivi um, at fyribyrging er tann stóra broytingin, sum kann geva okkum nógv meira heilsu fyri ta fígging, vit í dag brúka til heilusverk. Men vit vita eisini, at yvirskipað heilsuráð til borgaran ikki tykjast at virka serliga væl. Tøknin letur í dag upp fyri, at til ber at geva borgaranum munandi meira heilsuvitan t.d. umvegis snildfon-funkur, og heilsudata kann mennast til tann einstaka. Soleiðis er menningin av persónligari heilsu ikki bert ein spurningur um at kunna geva tí einstaka betri viðgerð, men eisini at menna leistir og loysnir til, hvussu tann einstaki sjálvur kann arbeiða við t.d. lívsstíli fyri at hava betri heilsu. Hetta má metast at gerast partur av framtíðar fólkaheilsu.

Standardisering
Til ber at siga, at heilsuverkskipanir, sum vit kenna tær í dag, eru góða øld gamlar. Serliga eftir annan veraldarbardaga bleiv fokus sett á trygd fyri sjúklingin í sambandi við viðgerð og menning av nýggjum heilsuloysnum og at borgarin/sjúklingurin ikki mátti fáa skaða av ymsum royndum.

Menningin av heilsu bleiv m.a. bygd á eina standardisering. Lýsingar av ymsum sjúkum blivu standardiseraðar aljóða og viðgerðir blivu standardiseraðar og heilsustarvsfólk hava greiðar reglur og mannagongdir at arbeiða eftir.  Men eisini strong krøv til nýggjan heilivág og/ella heilsutænastur komu, eins og viðgerðir skulu góðkennast.

At hesi átøk hava ment munandi um samlaðu heilsustøðuna, er tað eingin ivi um. Tað sæst týðuliga aftur við at hyggja at, hvussu nógv livialdurin er hækkaður í vesturheiminum seinastu øldina.

Menningin av standardisering hevur eisini havt við sær, at heilsugeirin hevur verið skipaður eftir einum sonevndum “one size fits all” hugsunarhátti, bæði tá talan er um viðgerð í heilsuverkum, men eisini tá talan er um at menna t.d. heilivág og tá vit hugsa fyribyrging. Við tí heilsuvitan vit hava í dag vita vit tó, at fólk eru sera ymisk – og at tað kann verða best at viðgera ymisk fólk ymiskt fyri somu sjúku.

Til dømis á krabbameinsøkinum er hend ein umfatandi menning í at ílegulesa sjálvan krabbasvullin og síðan tilsnikka viðgerðina eftir svullinum og ikki eftir um talan er um t.d. livra- ella lugnakrabba.  

Bæði tá talan er um, hvussu stórar mongdir og júst hvønn heilivág fólk skulu hava, er stórur munur á, hvussu væl tað virkar hjá tí einstaka. Tí er eitt av umráðandi stigunum í persónligari heilsu at hava góða lívfrøðisvitan um einstaka persónin, sum kann verða við til at finna best egnaðu viðgerðina og samantvinna tað við aðrari viðkomandi vitan.

Til ber at siga, at í okkara tráan eftir at gera øll líka eru vit endaði í eni støðu, har vit í veruleikanum diskriminera, við at viðgera øll eins ella tað sum vit á IFF kalla fyri Tyranni of Equality. Og helst eru vit komin so langt sum tilber eftir tí gamla leistinum og tíðin er komin til at fáa nýggjar hugsunarhættir til at loysa framtíðar heilsuavbjóðingarnar.

Í Norðurlondum eru vit von við, at almenni heilsugeirin er stórur og at øll hava atgongd til heilsutænastur á høgum støði. Í flestu av heimsins londum er tað ikki so. Har er bæði privatar og vælgerandi heilsueindir stórar. Hetta hevur fleiri ting við sær. Tá tað kemur til heilsuviðkomandi data gerst talan beinanvegin um eina avbjóðing, hvør skal hava hesi data og og hvør eigur tey.

Vit mugu rokna við, at stórar fyritøkur fara at menna smidligar heilsudataloysnir til einstaklingin, sum tær bæði fara at bjóða beinleiðis til eintaklingin, men eisini fara at bjóða heilsuveitarum. Vit síggja, at tær størstu altjóða KT-fyritøkurnar gera stórar íløgur í heilsuøkið og tí fara vit eisini at síggja stórar fyritøkur bjóða tænastur á hesum øki. Hetta kann gerast ein avbjóðing fyri okkara norðurlendsku heilsuverk, um vit ikki megna at fylgja við tíðini – men eisini ein møguleiki at framtíðartryggja talgilda heilsuverkið – um vit hava áræði og dirvi til seta krøv og menna framtíðar heilsuverkið. 

Fíggingarleistir
At størri fokus verður á persónliga heilsu verður eisini stuðlað av, at vit byrja at síggja nýggjar fíggingarleistir, har gjaldandi stovnar/fyritøkur byrja at krevja, ein sjúklingur skal fáa tað betri av viðgerð og at gjald ikki bert skal verða fyri at veita eina tænastu ella heilivág. Hetta gerst kanska týdningarmesti drivarin fyri at heilsuøki fer at menna persónligar tænastur, tí at úrslitini heilt einfalt verða betri.