Stendur tað til amerikanska tøknimiðilin Gizmodo, so fer miðilin at almannakunngerða tey skjøl, sum varskógvarin Frances Haugen hevur brúkt í samband við hennara atfinningum mótvegis Facebook – eisini kallað “Facebook Papers”.
– Vit eru sinnaði til at almannakunngerða tey fyrstu skjølini skjótast gjørligt.
Tað skrivar Gizmodo í einum almennum tíðindaskrivi.
Almannakunngerðin fer at innihalda nógv loynilig skjøl, kjatt loggar og innanhýsis kanningar, skrivar miðilin.
Millum annað vísti ein kanning hjá Facebook (sum nú er META), sum eisini eigur Instagram, at ungar gentur hava ikki gott av at brúka henda sosiala miðilin. Niðurstøðan var greið: Sálarliga heilsan gerst verri við at brúka sosiala miðilin, vísa innanhýsis skjøl, sum varskógvarin Frances Haugen fekk fram í ljósmála.
Sambært The Wall Street Journal hevur Facebook (nú META) roynt at tóna úrslitið av kanningini niður, síðani úrslitið av kanningini varð gjørt atkomuligt innanhýsis hjá Facebook í mars 2020, sum The Wall Street Journal nú hevur almannakunngjørt.
Ætlanirnar eru nú komnar so langt, at Gizmodo hevur fingið fleiri uttanveltaðar serfrøðingar inn, ið skulu vera við at tryggja, at alt fer rætt fram og er gjøgnumarbeitt, skrivar miðilin.