Tøknimiðil: Facebook skal møguliga skifta navn

Tøknimiðil The Verge vil vera við, at Facebook skal hava nýtt navn. Nýggja navnið skal vera meira umboðandi fyri allar tøknirnar, ið Facebook fæst við, heldur enn bara sosialar miðlar.

Steinar Patursson
20. oktober 2021 kl. 10:31

Mark Zuckerberg, stjóri í Facebook, hevur ætlanir um, at felagið Facebook skal verða nakað nógv størri, enn tað er í dag, og av somu orsøk er neyðugt at finna eitt nýtt navn, ið skal endurspegla felagið.

Sambært miðlinum The Verge hevur Facebook ætlanir um at vera meira enn “bert” sosialir miðlar, og at øll feløgini hjá Facebook, so sum instagram, WhatsApp og Facebook appan sjálv skulu undir nýggja felagið.

Sambært keldu hjá The Verge er ætlanin er gera eitt sokallað “metaverse”, og Facebook hevur longu fleiri enn 10.000 starvsfólk, ið arbeiða við at gera serbrillur og aðra tøkniútgerð, sum eftir ætlan skal vera eins útbreidd og snildfonir.

Við The Verge segði Mark Zuckerberg í juli mánaði, at Facebook fer frá at vera eitt “social media company” til eitt “metaverse company”.

Facebook vil ikki gera viðmerkingar til søguna um navnabroyting hjá The Verge, men The Verge vil vera við, at hugskotið um navnabroyting verður tikið upp á Connect ráðstevnuni hjá Facebook seinast í oktober.

Facebook er ikki fyrsti tøknirisi at koma við nýggjum nøvnum og at flyta upp á feløgini í nýggjari samanseting. Google umskipaði í 2015 virksemið undir felagnum Alphabet fyri at vísa, at talan var ikki longur um bert eina leitiskipan, men eina samanblanding av ymiskum tøknifeløgum.