Tøknilig fatan eigur ikki at vera kravd lærugrein

Tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við at hava lærugreinina tøknilig fatan sum vallærugrein, ið næmingar sjálvir tekna seg til, heldur enn kravda lærugrein. Tað heldur Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri

Skúlablaðið
17. apríl 2021 kl. 15:57

Tað hevur verið roynt fyrr við misjøvnum úrsliti at fingið tøkniliga fatan inn í verandi lærugreinir. Hans Fróði Jensen heldur tó, at tað eru fleiri fyrimunir við at hava tøkniliga fatan sum vallærugrein heldur enn sum kravda lærugrein, tí tá velja næmingarnir lærugreinina av egnum vilja og áhuga.

- Tað er trupult at fáa tøkniliga fatan inn í verandi lærugreinir, tí so tekur hon tíð frá hinum, og so noyðir tú allar næmingar, eisini teir, sum ikki hava áhuga fyri tøkni, at hava lærugreinina, og tá verða flokkarnir eisini so stórir, at eingin fær nakað burturúr. Og gera hana til kravda lærugrein er heldur ikki eitt hugskot, tí næmingarnir hava longu so nógvar lærugreinir.

Stórur áhugi er fyri lærugreinini tøknilig fatan í Skúlanum á Argjahamri; lærugreinin verður boðin út til næmingarnar í 4., 5. og 6. flokki, og annarhvør næmingur hetta skúlaárið hevur teknað seg. Tað er væl størri áhugi enn lærararnir høvdu roknað við. Hava aðrir skúlar hug at royna undirvísing í tøkniligari fatan, so eru ráðini frá Hans Fróða Jensen, at teir skulu bara leypa út í tað.

- Hugsið um møguleikarnar heldur enn forðingarnar. Hóast verkætlanin eitur tøknilig fatan, so haldi eg, at lærararnir ikki nýtast at vera stinn í tøkni ella serfrøðingur í forritan ella verkfrøði fyri at fara undir hetta, tí hevur mann áhugan, er tað gott útgangsstøði; restina finna tit út av tí so við og við. Tað snýr seg meiri um at hava eina fatan av, hvussu tingini virka heldur enn at duga væl tøkniliga. So snýr tað seg sjálvsagt eisini um at seta saman eitt toymi av lærarum við ymsum førleikum, og sum hava ymiskar lærugreinir, sum vit hava gjørt. Vit hava tó í felag áhugan fyri tøkni.

Hans Fróði Jensen er ein av trimum lærarum, sum stendur aftan fyri verkætlanina; hini eru Bjørg Akraberg Poulsen og Trúgvi Hansen; tey eru øll lærarar í náttúruvísindaligu lærugreinunum; harumframt eru Bjørg og Hans Fróði kt-vørðir, og øll hava tey stóran áhuga í tøkni.

- Eg meti meg onkursvegna at vera áhugaforritara. Mær hevur altíð dámað øgiliga væl at arbeiða við teldum, gera spøl og forrit og slíkt; og av tí at mær dámar hetta so væl, so havi eg tikið tað við í ymsa undirvísing í skúlanum, til dømis í handaverk og list. Tá ið KT-felagið skipaði fyri tiltakinum #rita1tíma, so vóru vit eisini við.

Hugskotið til verkætlanina tøknilig fatan var til í samráð við skúlastjóran í Skúlanum á Argjahamri. Íblásturin til lærugreinina kemur úr Danmark, har fleiri skúlar gera nógv við hetta evnið í hesum døgum. Skúlin søkti um at fáa 12 tímar um vikuna av játtanini til royndar- og menningarvirksemi, men fekk játtað seks tímar.

- Vit hava verið noydd at tillaga verkætlanina eitt sindur. Í staðin fyri, at hvørt floksstig í miðdeildini fær undirvísing í fýra tímar, fáa tey tveir tímar um vikuna í 18 vikur, og tað haldi eg, at vit hava fingið at riggað. Fyribils er játtanin til verkætlanina hetta skúlaárið; vit vóna, at hon kann halda fram í minsta lagi trý ár. Vit hava valt flokkarnar í miðdeildini, tí at næmingarnir tá byrja at brúka tøknina meiri miðvíst; í 4. flokki fara tey til landsroynd fyrstu ferð, og royndin fer fram á teldu. Tá krevst, at tey hava førleikar at brúka teldu.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021, sum júst er komið.