Tøkni kann hjálpa til á eldraøkinum

Almannaøkið er undir stórum trýsti. Stjóran í Almennaverkinum undrast, at góðskan á almennum tænastum ikki er eins góð og í Danmark, hóast hon kostar tað sama. Ein máti at varðveita góðu vælferðina kann loysast tøkniliga, heldur føroysk fyritøka, ið bjóðar tøkniligar tænastur á økinum

Sigurjón Einarsson
16. apríl 2021 kl. 11:55

Í Degi & Viku týskvøldið var samrøða við stjóran í Almannaverkinum, Edvard Heen, har hann undraðist yvir, hví góðskan á almennum tænastum ikki var eins góð í Danmark, hóast hon kostar tað sama. Tí heldur hann tað vera neyðugt, at vit eiga at endurskoða alt økið. Nakað, sum landstýriskvinnan við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, var samd við hann um.

Men meðan landstýriskvinnan heldur, at vit hava fyri neyðini at byggja meira fyri at nøkta tørvin, so vísur føroysk fyritøka á, at tey møguliga hava loysnir, ið kunnu hjálpa til. Fyritøkan Nemlia sigur seg hava ment tøkniligar loysnir, sum tryggja eldri borgarum og teirra avvarðandi betri lívsgóðsku og samstundis veitir starvsfólkum innan økið betri arbeiðsumhvørvi.

- Vit arbeiða hart við tøkniligum loysnum, sum betra lívsgóðskuna hjá okkara eldru borgarum. Bæði teimum, ið búgva heima og teimum á ellisheimum. Harafturat geva okkara loysnir starvsfólkunum innan heilsufakliga og sosiala økið eitt betri og meira nýmótans arbeiðsumhvørvi. Við okkara tøkni skapa vit fleiri loysnir, sum gera lívið tryggari og lættari hjá okkara eldru, teirra avvarðandi og starvsfólkunum kring tey, sigur Peer Bentzen, stjóri í Nemlia.

Stjórnmálafrøðingin, Súsonnu Olsen, og formaðurin í Búskaparráðnum, Heri á Rógvu, umrøddu støðuna á almannaøkinum í Føroyum í Degi & Viku týskvøldið. Tey vóru samd um, at verða heilt ítøkilig stig ikki tikin til at tillaga og hugsa almannaøkið heilt av nýggjum, fer trýstið á økið og trotið á arbeiðsmegi bara at vaksa komandi árini. Bara um tíggju ár verður tørvur á 700 starvsfólkum afturat innan almannaøkið. Tað eru snøgt sagt ikki hendur til hesar uppgávur, segði formaðurin í Búskaparráðnum millum annað.

Tøkniligar loysnir eru longu í brúk

Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt í eldrasambýlum og ellisheimum kring landið. Tøkni sum millum annað gevur starvsfólkum sjálvvirkandi boð, tá okkurt er áfatt. Og úrslitini higartil eru góð, sigur felagið.

- Við loysnum frá Nemlia hevur tað víst seg, at arbeiðið á ellisheiminum verður effektivari, soleiðis at heilsustarvsfólkini kunnu leggja størri dent á tað, ið hevur størst týdning. Tey fáa meiri tíð, og fáa harvið brúkt tíðina betur saman við teimum eldru, soleiðis at bæði røktin sjálv og eisini arbeiðsumhvørvið ávirkast á ein jaligan hátt. Arbeiðsbyrðan gerst lættari fyri allar partar, og orkan kann tá nýtast til aðrar uppgávur. Okkara afturmeldingar vísa, at starvsfólkini við fáum loysnum hava fingið 20 prosent meiri tíð við at brúka okkara loysnir, sigur stjórin í Nemlia.

Sambært Peer Bentzen stendur alt eldraøkið í heiminum fyri einari tøkniligari kollvelting. Tí verður hetta við tíðini at rokna sum eitt hátøkniligt øki, har einstaka menniskja verður sett í miðdepilin, meðan tøknin loysir alt annað rundanum. Tøknin syrgir soleiðis fyri, at tíðin kann brúkast til røkt og nærveru og tað, sum hevur størst týdning fyri, at vit trívast sum menniskju, sigur nýggi stjórin í Nemlia, Peer Bentzen, sum hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni, eitt nú hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post, DHL.