Tóki er aftur í AB

Hann spældi fyri trimum árum síðani fyri fyrstu og higartil einastu ferð ein dyst í bestu deildini

Mynd: AB
Jonhard Hammer
4. desember 2023 kl. 20:28

AB skrivar soleiðis í kvøld:

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2024 ganga við rúkandi ferð, og í kvøld kann AB kunngera, at ein gamal kenningur aftur verður at síggja í AB-blusuni í komandi ári.

Talan er um 24 ára gamla Tóka Næss Rasmussen. Tóki er uppvaksin partvíst í HB, men kom út á Argir at spæla í sínum tannáringaárum.

Í 2018 var hann partur av U21-liðnum hjá AB, ið vann FM hetta árið, og í 2020 náddi hann at spæla sín higartil einasta dyst í Betri deildini, tá hann kom inn í dysti ímóti KÍ.

Síðani summarhálvuna 2020 hevur Tóki spælt við ávikavist Undrið, Royn og FC Hoyvík. Tóki er ein leikari við góðum tekniskum førleikum, ið kann spæla á øllum plássum í síðunum umframt, at hann kann spæla á miðuni.

Við hesari tilgongdini hevur AB fingið ein spælara, sum kann spæla á nógvum ymiskum plássum. Hetta ger, at kappingin um plássini í hópinum verður herd.

Væl afturkomin til AB, Tóki, skrivar AB í kvøld.