Michael J. Fox hevur, síðani hann fekk staðfest Parkinson í 1991, sjáldan víst seg á reyða leyparanum.
Sunnudagin var bretska tiltakið, Bafta Awards, ið letur ymsar virðislønir innan filmsvinnuna, hildið í Royal Festival Hall í London. Fleiri vóru tikin á bóli, tá Michael J. Fox møtti upp til tiltakið, og seinni á kvøldinum eisini trein inn á pallin, fyri at handan virðislønina fyri ársins film.
Sjónleikarin, sum nokk mest er kendur fyri sín leiklut sum Marty McFly, í Back To The Future filmunum, hevur orsaka av sjúku síni trupult við at ganga og at standa.
Hann var tí trillaður inn á pallin í rullistóli, men komin inn á pallin, vildi hann standa sjálvur. Hetta fekk fjøldina til at reisa seg og fagna sjónleikarinum, tá hann reisti seg upp.
Á sosialu miðlunum eru fleiri, sum siga, at tárini trillaðu, ta løtuna sjónleikarin kom á pallin.
Ein rørandi løta, sum kann síggjast í sjónbandinum niðanfyri: