Ein av teimum allar bestu føroysku fótbóltsspælarunum nakrantíð, tann besti, halda nógv, tekur nú tey fyrstu fetini á venjaraleiðini.
Tað kom fram, tá NSÍ í kvøld boðaði frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Toda Jónsson um, at hann skal vera høvuðsvenjari hjá felagnum, sum gjørdist nummar fýra í landskappingini og nummar tvey í steypakappingini.
Partarnir hava fyrr í kvøld, hvør í sínum lagi, boðað frá nýggju avtaluni.
- Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson. Talan er um tann føroyska leikaran, ið er komin longst sum yrkisleikari. Á einum sterkum FCK-liði var Todi ein av profilunum, og hann skoraði heili 68 mál fyri FCK. Talan er eisini um eina av okkara størstu landsliðslegendum, skrivar felagið á heimasíðu síni.
Sambært NSÍ hevur nýggi venjarin venjaraútbúgving frá ProAcademy, sum leggur dent á fjølbroyttar venjingar, lívsstíl, heilsu og styrki, og harumframt er hann eisini DBU-T-venjari, ið er ein útbúgving sum er serliga ætlað fyrrverandi yrkisleikarar.
Fyri at kunna vera venjari í Føroyum skal viðkomandi hava A-licens, men ta útbúgvingina hevur Todi Jónsson ikki. Tí fer hann sambært NSÍ í gongd við A-licensin so skjótt sum tilber, skrivar felagið á heimasíðuni.
Eisini Todi Jónsson sjálvur fegnast um nýggju avbjóðingina. Á Facebookvanga sínum staðfestir hann, at hann nú fer undir eitt nýtt kapittul í lívinum, og at hann er sera spentur, hóast hann eisini kennir seg á heimavølli.
- Eg havi fyrr havt møguleikan at gerast høvuðsvenjari, men havi vinarliga víst tí frá mær, tí tað hevur ikki borið mær til at fáa venjarastarvið at passa saman við gerandisdagin við smábørnum í familjuni, skrivar Todi Jónsson.
Tá møguleikin nú aftur kom var hann ikki í iva og valdi at taka av.
- Yngsta dóttirin fyllir tíggju um eina viku, og klárar seg væl, so tíðin er nú búgvin til at royna hesa yrkisleiðina, sigur hann.
Todi Jónsson er ikki heilt ókendur sum venjari. Gaman í hevur hann ikki verið høvuðsvenjari, men hann hevur havt sína egnu veningarfyritøku, Todi Fodbold Coaching, síðan 2009, har hann hevur bjóða ungum leikarum persónliga venjing. Harumframt hevur hann drúgvar royndir sum yrkisleikari og so hevur hann staðið á odda fyri einum fótbóltsfelag, sum hann og aðrir føroyingar gjørdu á Amager í 2008 og tvey ár fram.
Umframt Toda Jónsson hevur NSÍ eisini sett Poul Helga Jacobsen og Jens Martin Knudsen, og tað verða teir tríggir, sum skulu mynda venjaratoymi hjá NSÍ næsta kappingarár.