Todi Jónsson slapp ikki at úttala seg – tað er langt úti

- Eg haldi, at tað er at ganga í ov trongum skóm. Sum venjari er tað trupult, at tú ikki kanst koma út í felti og siga nøkur ting og leiðbeina ella bara standa har undir einum dysti, og at eg ikki kundi úttala meg til miðlarnar, helt eg, var for langt úti, bara tí eg ikki hevði A-licens, sigur Todi Jónsson

Kristian Waag Dam
21. juli 2022 kl. 14:15

- Í teimum síðstu trimum dystinum slapp eg ikki at standa í venjarateiginum og stýra leikarunum, og eg mátti ikki úttala meg um dystin ella leikarar til fjølmiðlarnar. Hetta hevði Fótbóltssamband Føroya sagt við felagið, so bleiv tað eisini rættiliga trupult, tí eg ikki hevði A-licens, sigur fyrrverandi NSÍ venjarin, Todi Jónsson, um seinastu tíðina hjá sær í felganum við danska fótbóltsmiðilin bold.dk.

- Eg haldi, at tað er at ganga í ov trongum skóm. Sum venjari er tað trupult, at tú ikki kanst koma út í felti og siga nøkur ting og leiðbeina ella bara standa har undir einum dysti, og at eg ikki kundi úttala meg til miðlarnar, helt eg, var ov langt úti, bara tí eg ikki hevði A-licens, leggur hann aftrat.

Fyrrverandi føroyski málrevurin var í byrjanini av nýggja árinum settur í starv sum venjari hjá NSÍ. Hóast liðið fekk eina trupla byrjan uppá kappingarárið, so byrjaði úrslitini so smátt at líkjast, men aftaná tveir sigrar á rað í juli, bleiv Todi Jónsson uppsagdur.

Í samrøðu við bold.dk greiður Todi Jónsson frá, at tá NSÍ seti seg í samband við hann, so var hann lovaður nakað heilt annað enn tað hann fekk. NSÍ greiddi frá, at talan var um eina nýggja ætlan, har felagið ætlaði at satsa uppá ungar, lokalar leikarar, men felagið skuldi samstundis hava eina berandi kjarnu av leikarum. Tá segði felagið seg vera eitt topp fýra lið, men aftaná nakrar dystir vísti tað seg, at topp fýra fór at gerast trupult.

- Allar tær berandi kreftirnar á liðnum gjørdust skaddir. Nakrir gjørdu av at steðga yrkisleiðina, so brádliga vóru bert tríggir leikarar til tann fyrsta dystin frá undanfarna kappingarári, sum teir høvdu leikt, sigur Todi Jónsson um torføru byrjanini í NSÍ.

- Teir tríggir leikararnir vóru allir 21-22 ár, restin var heilt ungir leikarar frá næstbesta liðnum. Í fyrsta dystinum í kappingarárinum vóru fýra leikarar, sum byrjaðu inni fyri fyrstu ferð nakrantíð, so tað var eitt heilt nýtt lið, sum skuldi byggjast upp, leggur Todi Jónsson aftrat. Talan var um eina trupla byrjan uppá kappingarárið, men har sóust eisini glottar.

- So byrjaðu nakrar av berandi kreftunum at koma aftur, og vit fingu spælið at rigga. Tá eg steðgaði, høvdu vit faktist vunnið tveir teir síðstu dystirnar og vóru bert fýra stig frá einum Evropa-plássi.

- Vit høvdu fingið alt at rigga, men eg veit ikki, um nevndin gjørdist bilsin, men felagið helt, at eg var ov nógv í Danmark og ov nógv vekk frá hópinum. Tey ynsktu at eg var meira í Føroyum, greiður Todi frá. Sambært honum hevði hann greitt felagnum frá, áðrenn hann tók av starvinum, at hann átti børn í Danmark og av tí sama fór hann eisini at vera nógv í Danmark. Tískil endaði samstarvið millum føroysku fótbóltsstjørnuna og NSÍ.

Síðani samstarvið millum Toda Jónsson og NSÍ endaði, hevur NSÍ enn ikki vunnið ein dyst. Í løtuni liggur felagið nummar átta við 15 stigum. Todi Jónsson er síðan vorðin venjari hjá Frederikssund í Danmarksseriuni.