Tobias Rahim fyri aðruferð á Voxbotn
Voxbotn endurtekur brakið frá 2022
Ragnar Sjúrðarson
29. juni 2024 kl. 18:09
Voxbotn 2024 endar á Burger King pallinum við háaktuella poppnavninum, Tobias Rahim, klokkan 02.00 í nátt.
Tobias Rahim framførdi eisini á Voxbotn 2022, ið var ein konsert í stendur sterkt í minninum fyri tey, ið vóru til staðar.
Tobias Rahim hevur farni árini havt útvarpshitt omaná útvarpshitt og hevur tilsamans rokkið einari hálvari milliard stroymingum á Spotify.
Tað verður uttan iva ein stór løta tá ‘STOR MAND’, ‘Mucki Bar’ og ‘Flyvende Faduma’ fara at runga fyri einum útseldum Voxbotn klokkan 02:00 í nátt.