Tobbi avloysir Ingolf í at avloysa Høgna

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu tekur næstu tvær vikurnar sæti á tingi, nú formaður floksins hevur longt farloyvi til 3. mai

Sveinur Tróndarson
15. apríl 2021 kl. 15:10

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, skal næstu tvær vikurnar avloysa Høgna Hoydal í løgtinginum.

Hetta kemst av, at formaðurin í Tjóðveldi av persónligum ávum tók farloyvi í mars, og nú hevur formaður Tjóðveldisins biðið um at leingja sítt farloyvi til 3. mai, og tað er í tí sambandi, at Tórbjørn Jacobsen nú kemur í spæl.

Tórbjørn Jacobsen endaði annars á níggjunda plássi á tjóðveldislistanum á løgtingsvalinum 31. august í 19, tá hann fekk 218 atkvøður. Tjóðveldi fekk seks tingsessir, og frammanfyri borgarstjóran í Runavík vóru Páll á Reynatúgvu, sum fekk 252 atkvøður, og Ingolf S. Olsen, sum fekk 248 atkvøður.

Tað var eisini Ingolf S. Olsen, blaðmaður á Dimmalætting, sum fyrst avloysti Høgna Hoydal, og undir vanligum umstøðum skuldi hann so eisini avloyst formannin nú. Men Ingolf S. Olsen er farin til sjós og tí fer avloysarakjansurin til næsta mann á listanum, og tað er borgarstjórin í Runavík.

Tí kunnu vit siga, at Tórbjørn Jacobsen avloysir Ingolf S. Olsen í at avloysa Høgna Hoydal næstu tvær vikurnar.

Tórbjørn Jacobsen hevur drúgvar politiskar royndir. Hann hevur umboðað Tjóðveldisflokkin í Løgtinginum frá 1998 til 2011, tá ið hann ikki stillaði upp aftur. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður, bæði mentamálum og í fiskivinnumálum, og so hevur hann eisini umboðað flokkin á Fólkatingi. Seinastu nógvu árini hevur hann verið aktivur í kommunalpolitikki í Runavíkar kommunu.