Tjóvur í Leirvík feldur av vakmyndatóli
Hann er nú skuldsettur
Áki Bertholdsen
5. september 2024 kl. 07:46
Tíðliga í gjáramorgunin varð ringdu tey á Føroya Bjór í Leirvík um at tey høvdu havt óbodnir gestir um náttina.
Ein rútur var brotin og onkur hevði verið inni og stolið eina rammu av øli. Men løgreglan sigur at vakmyndatólk vóru á staðnum, so tað var skjótt, at tað varð avdúkað, hvør tjóvurin var. Løgreglan sigur, at hann er síðani tikin og er skuldsettur fyri innbrotið.
Eina løtu seinni varð eisini ringt til løgregluna av Effo í Leirvík. Har var eisini ein rútur brotin, men har halda tey ikki at nakað var stolið. Tað málið verður viðgjørt sum herverk - men um samanhangur er ímillum bæði málini, vita tey ikki enn.