Tjóvur hevur havt góðar dagar á Buckingham Palace

Arbeiðsfólk á Buckingham Palace er dømt fyri at hava stolið medaljur og myndir frá drotning Elizabeth

Sigurjón Einarsson
1. desember 2020 kl. 09:50

Bretska kongahúsið er stórt, men hóast tað, verður fylgt væl við, um alt er sum tað eigur at vera. Eitt arbeiðsfólk hevur í trimum førum, frá 11. november í fjør og 7. august í ár, havt í so langrar fingrar í kongshúsinum. Tað skrivar BBC.

Talan er um Adamo Canto, ið arbeiddi við vistaveitingar á Buckingham Palace. Hann er dømdur fyri at hava stolið virðislutirnar frá drotning Elizabeth.

Nøkur av virðislutunum hava eitt virði millum 10.000 og 100.000 pund og hevur, sambært ákæranum, sett lutirnar til sølu á eBay.

Í alt hevur Adomo Canto stolið 37 lutir frá Buckingham Palace.