Mynd: FK
Tjóvar brutu inn í FK í nátt
Tríggir persónar vórðu handtiknir í samband við innbrotið
Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 11:18
Løgreglan fekk eina fráboðan um eitt-tíðina í nátt, um at onkur hevði brotið inn í FK handilin í Hoyvík.
Vaktleiðarin greiddi í morgun frá, at tey høvdu handtikið tríggjar persónar í samband við málið, men at tveir av teimum longu vóru latnir leysir aftur.
- Vit hava ikki fulla greiðu á málinum enn, so vit kunnu ikki siga so nógv beint nú.
Sambært vaktleiðaranum hava tey funnið ymisk ting, sum hesir persónarnir hava tikið úr handlinum.
Løgreglan arbeiðir víðari við at fáa fulla greiðu á hvat er hent, og við at fáa loyst málið.