Talan er um eitt greinasavn við 17 greinum skrivaðar av 12 ymiskum rithøvundum úr Føroyum, Norra og Stórabretlandi. Evnini í greinunum fevna sera breitt. Í bókini eru greinar við úrslitum frá nýggjastu granskingini. Nakrar greinar samanbera fornminnini í Kirkjubø við onnur fornminni í Stórabretlandi og Skandinavia. Eisini eru greinar um granskingarsøguna viðvíkjandi fornminnunum í Kirkjubø. Dentur er lagdur á at skriva bókina soleiðis, at hon er løtt at lesa hjá fólki uttan fyri granskingarumhvørvið.
Kirstin S. Eliasen, fornfrøðingur og Morten Stige, listsøgufrøðingur úr Norra hava ritstjórnað bókina. Tað vóru Símun V. Arge sáli, fornfrøðingur og Morten Stige, sum byrjaðu arbeiðið at savna inn og ritstjórna greinasavnið eftir ein grundifund í Føroyum í 2011.
Bókin, ið er ríkt myndprýdd, telur 460 síður og verður at fáa í bókhandlunum umframt savnsbúðini hjá Tjóðsavninum.
Bókin kostar 398,- kr.